Jólini verða tað, sum vit gera tey til

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Til arbeiðis er nógv, sum skal verða liðugt, áðrenn vit kunnu fara í jólafrí. Heima er eisini nógv at gera, jólagávur skulu keypast, og so eru tað øll jólahaldini. Barnagarðsstovur, skúlaflokkar, musikkskúlin, kirkjan, ymiskar ítróttagreinir og ymisku arbeiðsgreinirnar í missiónshúsinum – øll  hava hvør sín jólahugna, har vit antin skulu luttaka ella skipa fyri. Tá jólaaftan endiliga kemur, so er strongdarstøðið langt omanfyri tað vanliga.

Hvussu ber tað til, at strongdarstøðið verður lagt so høgt? Summi vilja geva handilsvinnuni skyldina. Onnur siga, at tað eru øll hesi ymisku jólatiltøkini. Ella vit kunnu finna okkurt heilt annað, sum skal hava skyldina fyri, at vit ikki náa alt tað, sum vit fáa hug til her í desember. 

Støðan verður bara verri, tá vit varnast, at Jesusbarnið ikki hevur fingið serliga nógvan ans. Vit vildu ynskt, at vit góvu okkum stundir til djúphugsan um, hvussu fantastiskt tað er, at tann almáttugi Gud vildi eyðmýkja seg sjálvan til at gerast eitt menniskja og merkja allar tær avmarkingar, sum tað hevði við sær.

Um vit halda áfram at hugsa soleiðis, so verða jólini sera strævin, tí tað er so nógv, sum kundi verið betri, bæði tímiliga og andliga. Hóast nógv kundi verið betri, so hava vit tað rættiliga gott um jólini. Tað skulu vit gleðast um! Sjálvt økta strongdarstøðið kann verða nakað positivt, tá tað er tíðaravmarkað.

Eg haldi ikki, at tað er rætt at siga: “Vit mugu ikki gloyma, hvat jólini í veruleikanum snúgva seg um”. Tí at jól hava verið hildin langt áðrenn, tey fingu ein kristnan týdning.  Hesa myrkastu tíð á árinum hava vit brúk fyri veitsludámi, sum kann líva upp. Um okkara leiðir er tað ikki fyrr enn í 900-talinum, at jólaveitslan verður gjørd til eitt hátíðarhald fyri Jesu føðing.
Vit vita heldur ikki, hvørja tíð á árinum Jesus varð føddur. Neyvan hava hirðarnir búð úti á markini kaldastu tíð á árinum. Men av tí at vit hava mest brúk fyri ugga, tá tað er myrkast, so er tað sera skilagott at hátíðarhalda Jesus føðing um hesa tíðina.  

Nú eru jól, og vit halda eina rimmar veitslu. Vit kunnu sjálv avgera, hvønn týdning vit leggja í hátíðina. Latið okkum njóta veitslurómin og taka til okkum alt tað, sum er gott. Vit kunnu harmast um, at vit gerast alt meira verðslig eisini á jólum. Vónandi oyðileggur tað ikki jólini. Vit kunnu hava í huga, at andlig føði minnir nógv um likamliga føði: Tað, sum vit eta ímillum jól og nýggjar, hevur minni ávirkan á heilsuna enn tað, sum vit eta ímillum nýggjár og jól.

Christian Joensen, Saltangará