Kaffi sum eitt náðimiðil – Ein sopi av guðfrøðiligum skemti

Amerikanski guðfrøðingurin og dosenturin Michael J. Svigel gav í 2004 út eina 8 síður langa guðfrøðiliga ritgerð um brúkið av kaffi sum náðimiðli.  Vit á Trúboðanum fara einans at endurgeva eitt brot úr hesi sera áhugaverdu ritgerð og viðmæla víðari hugdýping í evnið. Ritgerðin viðgerð guðfrøðiliga ástøðið um útbreiddu nýtsluna av kaffi í sambandi við guðstænastur og møtir. 

Í innganginum sigur Michael J. Svigel, at tíðin nú er komin, at tey kristnu aftur skulu uppliva eina stóra veking. Leingi hava vit havt ein virknan náðimiðil millum okkum, uttan at vit hava gáað um tað. Hetta tí vit ikki veruliga hava sannað, hvat skriftin sigur um hann.   

Nú er tíðin komin til, at hesin nógv nýtti náðimiðilin fær sítt rætta pláss (serliga tíðliga á morgni og mangan í teimum seinu kvøldartímunum).   

Michael J. Svigel fer so langt sum sláa fast, at Heilaga Andans virki fer at fáa nógv betri arbeiðssømdir, og lokala kirkjan er vís í at verða rykt úr svøvni, um vit bara búnast og ogna okkum kaffi sum ein náðimiðil.  

Jesaja og kaffi  

Høvundurin hevur millum annað granskað leiklutin hjá kaffi í Jesaja 51 og 52. Hann skrivar millum annað: “Grunda á, at hesir kapitlar eru so nær við tann ómetaliga dýrabæra og altíð sterkt talandi kapittul 53 (sum Bíblian hjá flestu kristnum automatiskt slær upp á, tá ið hon verður løgd á kaffiborðið), eru vit vegna samanhangin og bygnaðarligu atlitini tvungin til at síggja báðar kapitlarnar frammanundan sum verandi sera týdningarmiklar.  

Lesa vit Jesaja 51:9, og aftur í 51:17 og 52:1 síggja vit orðini: “Vakna, vakna upp” og í 52:1 stendur víðari: “og lat teg í styrkleik tín”. Høvundurin vísur serliga á umsetingina, ið verður nýtt í King James Bíbliuni, har tað stendur: “Awake, awake, stand up, O Jerusalem, which hast drunk at the hand of the LORD (Vakna, vakna, statt upp, O Jerúsalem, sum hevur drukkið við Harrans hond).  

Eru villur í norðurlendsku umsetingunum?  

Partar av próvførsluni hjá Michael J. Svigel hvíla á orðingar, sum tíverri ikki eru so týðiligar í norðurlendsku bíbliuumsetningunum. Til dømis sæst í okkara týðingum, at ørindi 51:17 tosar um ein rúsandi drykk. Men King James Bíblian slær fast, at hesin drykkur elvur til, at kroppurin fer at ristast og skelva, og tað heldur Micheal J. Svigel er eitt prógv um, at talan er um kaffi. – “Øll vita jú, hvat slag av drykki elvur til, at man fer at ristast. Einans drykkir við høgum koffein innihaldi hava hesa ávirkan”.  

Seinni í Jesaja 51: 22-23 síggja vit fylgjurnar av, at fólkið ikki ásannaði kaffi sum ein náðimiðil og nýtti tað soleiðis. Guds fólk upplivir fyrst, at Gud tekur koppin út úr hond teirra, fyri síðani at geva hann til fíggindan. So her sæst, at verða Guds náðigávur ikki nýttar til fulnar, eru tað tey óguduligu sum fáa ágóðan av teimum, til stóran trega fyri tey trúgvandi. “Vit mugu taka hesa ávaring frá Gudi í álvara” sigur Micheal J. Svigel.  

Kaffi sum náðimiðil í nýggja testamenti  

-  “Nýggja testamenti umboðar róma og sukur í kaffilæruni” sigur Micheal J.   Svigel fyri síðani hegnisliga at gjøgnumganga, hvussu kaffi vísir seg og hvønn týdning tað hevur í evangeliunum, Ápostlasøguni, brøvum Paulusar og síðst, men ikki minst, í Opinberingini.   
Fyrst og fremst vísur Micheal J. Svigel á Matteus kapittul 14, har vit lesa um stóra breyðundrið, tá 5000 vórðu mettað. Í ørindi 20 lesa vit: “og teir fyltu upp í tólv fullar tægur av molum, ið vóru til avlops.”  

Her verður orðið  kovfino  (úttallast “kofinos”) umsett til “tægur”, ella sum vit oftast siga “kurvar”. Men hetta heldur Micheal J. Svigle verða heilt skeivt.  Fyri tað fyrsta er mest nýtta orðið fyri “kurv” orðið  stuvri  (útalast “sturis”). Hyggja vit í upprunatekstin, nýtir Matteust nevniliga orðið stuvri – og altso ikki  kovfino – í hinum breyðundrinum, sum vit lesa um í Matteus 15:37. Har lesa vit, at avlopið varð fylt í sjey stórar kurvar. “Hví nýta tvey so ymisk orð, um tað ikki meinast við heilt hvør sítt ting?” spyr Micheal J. Svigel. Tey eru jú eyðsæð ikki eins, um man setir tey yvirfyri hvør øðrum:  

Stuvri – Kovfino  

Lesur man hesi orð hart, hoyrist týðiliga munur á “Kaffe-nos” og “stu-ris”. Kunnu hesi bæði veruliga vísa til somu kurv?  
Harafturat má ásannast, at grikska orðið  kovfino  (“kofinos”) ljóðar sera nógv sum enska orði “coffee” og okkara “kaffi”. Ei løgið er tað, tí Micheal J. Svigle kann siga okkum, at okkara “kaffi” hevur sín uppruna úr týskum, “kaffee”, sum so aftur hevur sín uppruna í fyrr nevnda grikska orðinum  kovfinos.   

Nú tá hetta er prógvað, gjøgnumgongur Micheal J. Svigle neyvt bæði breyðundrini í grikska grundtekstinum og samanber við nútímans umsetingar, sum hann heldur raka rættuliga við síðuna av hesum viðvíkjandi.  

Hansara umseting av grundtekstinum í Matteus 14:20 ljóðar soleiðis “Og tey fingu sær øll at eta og vórðu mett, og teir fyltu upp í tólv kaffi fullar..”. Hetta heldur Micheal J. Svigle best kann skiljast soleiðis: “Og tey fingu sær øll at eta og vórðu mett, og teir fyltu upp í tólv fullar (koppar av) kaffi”. “Avlopið” vísir ikki til avlopið av breyði og fiski, men tann partin av máltíðini, sum er aftaná høvuðsmáltíðina. Tað vil siga “tólv fullar (koppar av) kaffi”.  

Ein halgannadrykkur fyri tey útvaldu  

Øll vita jú, at tað er gott at drekka deiligt heitt kaffi aftaná eina stóra máltíð. Serliga um felagsskapurin skal styrkjast. At hesi “Tólv Kaffi” vóru avmarkað til teir tólv lærusveinarnar er týdningarmikið, tí hetta var ein serligur partur av teirra halgan. Hví  drekkur  Jesus ikki kaffi? Tí Jesus hevur ikki tørv á náði. Hann er andaliga keldan til hesa náði, líka sum hann var keldan til breyðið og fiskarnar. Øll hini, sum vóru til staðar í breyðundrunum, fingu lut í tí evangeliska breyðinum og fiskunum. Men orsøkin til, at tey ikki fingu kaffi var, at náðikaffi einans verður givið teimum, sum eru váttað at vera trúgvandi, tað vil siga upprunakirkjuni. Sum aftur vísir á, hví kaffi átti at verið eitt sakramenti.  

Kaldur ella heitur?  

Tú ert hvørki kaldur ella heitur! Gævi, tú vart kaldur ella heitur! Tí, av tí at tú ert flógvur, og ert hvørki heitur ella kaldur, skal eg spýggja teg út úr munni mínum  

Opinberingini kapittul 3:15-16

Eisini teksturin frá Opinberingini kapittul 3:15-16 meinar Micheal J. Svigle snýr seg um kaffi. – Her er eyðsæð, at talan er um ein koffein drykk, sum kaffi ella te. Fyri tað fyrsta so elska fólk bæði íste og heitt te. Fólk drekka eisini ice-coffe og heitt kaffi. Men ongin dámar lunkað kaffi ella lunkað te! So hetta kravið um, at tað antin skal verða heitt ella kalt riggar bara best, um man vísir til kaffi ella te.  

Víðari fordjúpan  

Hevur tú áhuga í at lesa alla hesa guðfrøðiligu ritgerð, kanst tú fylgja leinkinum undir hesi grein. Hann fer neyvt til verka og brúkar nógvar kelduávsingar, so góður møguleiki er fyri, at vit sjálvi kunnu kanna tað vísindaliga ástøði.   

Bjartur Fonsdal Johannesen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina