Kendur norskur sangur verður 100 ár 

Í januar 1923 var Olaf David Welander á einum møti í Calmevergatens missiónshúsi í Oslo. Íblásturin, sum hann fekk við sær heim av hesum møti, hevur eitt serligt pláss í hjartanum á mongum.  

Ímeðan ungi offiserurin i Frelsunarherinum, David Welander, sat í tokinum á veg heim úr Oslo, grundaði hann yvir taluna, sum hann hevði hoyrt. Tað var Joachim Myklebust, oberstur, sum talaði, og hann hevði valt at tala yvir 17. vers í sálmi 72, har tað í norku umsetingini stendur soleiðis: «La hans navn bestå til evig tid, la det skyte friske skudd så lenge solen skinner»

26-ára gamli maðurin fann sær penn og pappír fram og byrjaði at skriva: Navnet Jesus blekner aldri. Ímeðan tokið í náttarmyrkrinum koyrdi eystureftir ímóti Lørenskóginum, tendraðist eitt ljós, sum framvegis brennur.

Dandandi taktin á tokinum rann saman við tónunum frá lagnum, sum hjúnini Anna og Lars Jarnes og Olga og August Gundersen, høvdu sungið til Ársmøtið hjá Frelsunarherinum árið. Har høvdu tey, saman við einum enskum trúboðara, sungið ein sang við lagi, sum tey høvdu við sær úr Suðurafrika, har tey høvdu verið trúboðarar. Men í náttarmyrkrinum vórðu norsk orð nú smíðaði til lagið.

LES EISINI  Nýggjur Summarlegusangur
…og tað savna kann øll somul,
leiða sálir fram á mál.

Tað er væl hugsandi, at tann ungi Welander var noyddur at taka brillurnar av, soleiðis at hann sá betur at skriva í káma ljósinum í tokinum. Sum stórur drongur hevði hann fingið skaða í annað eygað, og nøkur ár seinni varð eygað tikið. Síðani hevði hann gingið við døkkum brillum, sum bæði fjaldu eyga, sum hann hevði mist, og vardu hitt eygað. 

Toktúrurin heim til Lørenskógvin gekk alt ov skjótt, og ungi maðurin skundaði sær heim á kamarið, har hann aftur fann penn og pappír fram og gjørdi sangin lidnan. Síðani hevur sangurin havt stóran týdning fyri nógv fólk. 

Sjálvur minnist eg eina hending á sjónum sunnanfyri Fjón, har vit vóru nakrir evangelistar sum sigldu um náttina leitandi eftir næstu havn, har vit kundu vitna um Jesus. Men áðrenn vit komu í havn nærum strandaðu vit. Tá ið vit enduliga fingu bátin út á betri dýpi, vistu vit ikki, hvar vit vóru stæddir. Við ongum ljósi á motorbátinum var ikki ráðiligt at kasta akker fyri náttina. Men, júst tá neyðin var størst, sóu vit innsiglingarljósini til havnina í Fåborg. Meðan eg hugdi eftir ljósunum, byrjaði ein sangur innan í mær: ”Í tí myrku nátt áminnir, sum ein viti Jesu navn, og hvør hjálparleysur finnur inn í tryggu himmalhavn.” Ein stillur sangur í hjartanum – ein tøkk til hann, sum ansaði eftir okkum, meðan ljóðið frá motorbátinum blandaðist við ljóðinum frá norsku toksporunum og rann saman við rútmunum frá Zululandi.

LES EISINI  Stranda Sangkór: Harranum lovið

Nú eru 100 ár liðin, síðani David Welander var á møti í Oslo. Og norðmenn hava veruliga tikið sangin til sín. Í 1995 varð sangurin nummar 1 í Alle Tiders Salme á norska TV2. Til sangfestivalin í Ørie í 1999 varð sangurin valdur til aldarinnar missiónssang (Århundredets Bedehussang), og í 2005 valdi lurtarar hjá NRK sangin til besta sálm seinastu øldina.

David Welander var virkin innan Frelsunarherin, har hann millum annað varð leiðari fyri offiserskúlan. Hann doyði í 1967. Abbasonurin, Knud David Welander, er í dag ovasti leiðari fyri Frelsunarherin í Norra, Íslandi og Føroyum.

Tað ber boð til ung og gomul,
gevur lív og frið í sál
;
– Her síggja vit ungar miðnámsskúlanæmingar frá Kongshaug Musikkgymnas við eini nýmótans útgávu við klassiskum fylgispæli
Navnið Jesus vakurt ljóðar,
lat tað ljóma her á fold.

Sangurin er umsettur til nógv ymisk mál – føroyskt er eitt av teimum. Sangurin verður eisini sungin í fjarðskotnum londum sum Etiopia og Japan.
Lagið er frá Zululandi í Suðurafrika. Her verður sangurin sungin á suðurafrikanska málinum “afrikaans”.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina