Kennir tú Bíbliuna?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Mong hava avgjørdar meiningar um Bíbliuna. Tey, ið hámeta hana og boðskap hennara, eins væl og tey, ið ynskja hana og ávirkan hennara hagar, sum piparið grør. Bíblian er heimsins mest útbreidda, týdda og lisna bók, hon er uttan iva bæði tann mest elskaða og mest útskeldaða bókin.

Men hvussu væl kenna vit Bíbliuna og innihald hennara, hvussu nógv lesa vit Bíbliuna? Í Trúboðanum hesaferð seta vit sjóneykuna á bíbliunýtslu. Hesaferð liggur denturin ikki á tey stóru orðini um Bíbliuna, men meira á gerandisdagin saman við henni.

Prestar, sum undirvísa konfirmantum, siga frá, at vanligi kunnleikin um bíbliusøgur er minkaður nógv í hesum aldursbólki. Hetta ber helst boð um somu gongd í fólki okkara sum heild. Eftir mínum tykki bendir kjak í sosialu miðlunum um trúgv, eitt nú eftir nógv umrøddu prædikuna í Hests kirkju herfyri, somuleiðis á, at klassisk fatan av vanligum bíbilskum hugtøkum, so sum synd og náði, tykist mongum fremmand.

Tó so, nógvir filmar eru gjørdir seinnu árini um kendar bíbilskar frásagnir og teir flestu av teimum verða sæddir av mongum kring allan heim, eisini í Føroyum. Og kendar útsagnir (nakrar teirra) í Bíbliuni, serliga frá høvuðspersóni hennara, eru eisini høgt í metum. Men Bíblian í síni breidd og heild verður neyvan meira lisin av tí grund. Í Heimamissiónini mugu vit eisini ásanna, at bíbliu-tímin eitt gerandiskvøld hvørja viku í flestu missións- og meinigheitshúsum kring landið heldur ikki er serliga høgt í metum, eftir luttakaratalinum at døma. Samveruformurin kann vera eitt sindur ymiskur frá staði til stað, men felags er, at fólk sita saman við eini opnari bíbliu og reflektera yvir boðskap hennara og seta hann í samband við gerandislív sítt nú á døgum.

Hesar ábendingar um minkandi bíbliukunnleika eiga at gera nakað við okkum í kirkjum, samkomum og kristiligum rørslum. Tí hvussu vit so venda tí, byggir kristna trúgvin á Bíbliuna og tað, sum hon lærir okkum um Gud, Kristus og menniskjað. Gud sjálvur møtir okkum menniskjum í sínum orði, tí Guds egni Andi býr í orðinum. Hóast tað onkuntíð kann ljóða soleiðis, er tað tí ikki vit, sum skulu gera orðið livandi, men orðið, sum skal skapa satt lív í okkum, sum eru andliga deyð. Bíbliunýtsla er tí avgerandi neyðug.

Tí er at fegnast um øll átøk, sum hava til endamáls at eggja fólki at lesa Bíbliuna. Bíbliufelagið hevur gingið undan á ymiskan hátt, og ger tað støðugt. Men allar kirkjur, samkomur og kristiligir felagsskapir eiga at raðfesta tað sama. Við ymiskum átøkum, sum kunnu hava ymiskan form, alt eftir hvørjum málbólki tey vilja røkka, men tó við sama endamáli.

Tí Bíblian er einki at skammast við, hóast tað kann tykjast so í ofta ógvusligu og órímiligu atfinningunum móti Bíbliuni, boðskapi og trúvirði hennara. Tað er ikki uttan grund, at Bíblian framvegis er mest elskaða bók í heiminum, og – hóast alt – eisini tann mest lisna. Núverandi kristna ættarlið má gera sítt til, at tað framhaldandi verður so.