Kirkjan í Stóra Bretlandi veksur aftur

Bretar síggja nú nýggja vón innan kirkjuna eftir torføru árini 2020–2022.

Koronufarsóttin rakti kirkjulívið í Bretlandi hart. Kirkjur vórðu stongdar, sambond slitnaðu, og mong óttaðust, at kirkjurnar ongantíð fóru at koma fyri seg aftur. Men í dag, trý ár eftir at samfelagið lat uppaftur, sæst ein heilt onnur mynd: Tað er lív í kirkjunum – og í mongum førum veksur trúgvin sterkari enn nakrantíð.

Hetta kemur fram í frágreiðingini “Changing Church 2025”, sum “Evangelical Alliance” hevur gjørt. Hóast fá hava tosað um hesa frágreiðingina, sigur hon nógv um støðuna í kirkjum kring Bretland.

Vøkstur og broyttir vanar

Frágreiðingin vísir, at talið av fólki, sum vitjar kirkjurnar, í miðal er vaksið 13 prosent síðani 2020. Men tølini vísa eisini eina greiða mótsøgn: Tær smáu kirkjurnar hava havt tað trupult, meðan tær stóru draga til sín alsamt fleiri.

Til eina vanliga gudstænastu eru nú í miðal 70 vaksin – sama støði, sum undan farsóttini – men miðaltalið er hækkað frá 111 upp í 123. Hjá børnum er gongdin tann sama – fleiri koma.

LES EISINI  Brennandi spurningurin frá Asbury hevur einki við Asbury at gera

Vanarnir eru tó broyttir. Færri koma hvønn sunnudag, men tá ein telur øll, sum koma gjøgnum ein mánað, er talið hægri enn áður. Tað merkir, at kirkjurnar nú hava samband við fleiri fólk – bara á ein annan hátt enn áður.

Farsóttin broytti kirkjuvanarnar, men ikki hungurin eftir Gudi.

Trúgvin og vitnisburðurin

Ein onnur stór kanning, “Talking Jesus Report 2022” lýsir, hvussu bretar hugsa um Jesus, kristin og evangelisering. Hon vísir, at mong kristin kenna seg ótrygg at tosa við onnur um trúgv sína – serliga tí tey halda seg ikki duga at svara torførum spurningum.

Men tann størsti parturin kennir tað øvuta: 77 prosent siga seg vera til reiðar at deila trúgv sína og leita javnan eftir høvi at gera tað.

Kanningin vísir eisini, at tað eru tey ungu, sum eru mest opin um sína trúgv. Trý av fýra millum 18 og 24 ár siga seg fegin vilja vitna um Jesus. Sama er galdandi fyri tey millum 25 og 34 ár. Men í eldra ættarliðnum er tað bert umleið 40 prosent, sum siga tað sama.

LES EISINI  Tú ert kirkjan

Ov fá sjálvboðin

Ein av stóru avbjóðingunum í bretskum kirkjum er, at tað manglar fólk til sjálvbodna tænastu – serliga í barnaarbeiðinum. Tvær av trimum kirkjum siga frá hesum.

Hetta er áhugavert, tí sjálvbodna arbeiðið er beinagrindin í øllum kirkjuvirksemi. Virðið av tí arbeiðinum svarar í miðal til næstan 250.000 pund um árið – tað eru umleið 2,5 milliónir danskar krónur.

Fleiri leita eftir Gudi

Frágreiðingin “Changing Church 2025” lýsir eisini ein vøkstur hjá teimum trúgvandi. Næstan øll lesa Bíbliuna javnan – tvey av trimum hvønn dag – og næstan øll biðja dagliga. Tað merkir, at umleið 80 prosent kunnu kallast virkin kristin.

Samtíðis síggja prestarnir, at fleiri spyrja um kristna trúgv, og fleiri enn áður taka ímóti frelsuboðskapinum fyri fyrstu ferð. Áðrenn farsóttina vóru í miðal seks fólk um vikuna, sum spurdu um trúgv. Nú er talið tvífalt: 12 um vikuna.

Eisini talið av fólki, sum koma til trúgv, er tvífaldað. Í miðal eru nú 14 fólk um mánaðin í hvørjari kirkju, sum taka ímóti Jesusi.

LES EISINI  Sunnudagin gongur talvan fyri arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

Kirkjan og samfelagið

Vøksturin sæst ikki bert innan kirkjuveggirnar. Eisini samfelagið kring kirkjurnar merkir mun. Heili 95 prosent av kirkjunum eru á ymsan hátt virknar í nærumhvørvinum við at hjálpa og geva geva heimleysum mat, hjálpa tilflytarum og rúsevnismisnýtarum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina