Kirkjan í Ukraina: “Okkum tørvar fleiri Bíbliur”

Nú kríggj er í eystureuropa, so er stórur tørvur á Bíblium.

Seinasta sunnumorgun hoyrdist graml í kirkjunum í Ukraina: “Hermenninir við markið hava raketkastarar. Ein ungur drongur, nevndur Bondarenko, varð skotin í beinið, og tey siga, at hann fer ongantíð at ganga aftur. Koval familjan (ein politisk familja í Ukraina) er flýggjað. Og annað varð ikki tosað um, m.a. um tey fóru at møtast aftur her komandi sunnumorgun?

Mikudagin 24. februar gjørdist gramlið til neyðarróp, tá ið fleiri rakettir vórðu skotnar nærhendis Kiev.

Innrásin ger, at kirkjan í Ukraina endar mitt í stríðnum, og kristnu leiðararnir stríðast við vónloysið og ótryggleikan hjá fólki. Kristnu leiðararnir standa saman um at vísa fólkunum á vónina í Guds orði.

Sum leiðari fyri Bíbliufelagið í USA, so havi eg verið í tøttum sambandi við mín vin og starvsfelaga, Anatoliy Raychynets, sum er varaaðalskrivari í Bíbliufelagnum í Ukraina. Seinastu mánaðirnar hevur hann sent frágreiðingar, sum hava verið tyngjandi at lesa: mammur, sum gráta uttanfyri sjúkarhús; børn, sum ikki fara at kenna pápa sín og fólk í túsundatali, sum eru bangin og kenna seg vónleys.

Í kirkjuni hjá Anatoliy óttast fólk, at tey fara at missa alt. Sum troyst hevur hann deilt sálm 31 við øll tey, sum leita eftir tryggleika. Hann greiðir frá, at fólk ofta gerast bilsin av at lesa orð, sum tey sjálvi halda kundu verið skrivaði um støðuna í Kiev í 2022: “Lovaður veri Harrin, tí hann mær hevur sýnt undurfulla náði í tryggjaðum staði.” (v. 21)

Í stíðnum við tað ókenda, so eru nógv fólk, sum fyri fyrstuferð uppliva boðskapin í Bíbliuni. Sambært Anatoliy, so eru prestar í hópatali komnir til handilin hjá Bíbliufelagnum í Kiev fyri at keypa Bíbliur. Eftirspurningurin er so stórur, at tey eiga ongar Bíbliur eftir. Anatoliy sigur, at hetta er størsta avbjóðingin: “Okkum tørvar fleiri Bíbliur”.

Kirkjan í Ukraina hevur í nøkur ár bjóðað fólki kreppuhjálp, sum byggir á Bíbliuna. Hóast hetta tilboðið einans burjaði fyri seks árum síðani, so hevur tað gjørt sera stóran mun, serliga fyri avvarandi hjá teimum, sum eru dripin í stíðnum við Russland. Tilboðið gevur samfelagsleiðarum møguleikan at leiða smáar bólkar ígjøgnum eina endurnýggjandi tilgongd.

Av tí at tilboðið er tøkt í nógvum kirkjum í Ukraina, so megnar Bíbliufelagið ikki at fylgja við eftirspurninginum eftir tilfari og upplæring.

Hvat kunnu vit gera fyri at hjálpa?

Okkara brøður og systrar í Ukraina hava tørv á fleiri Bíblium, sum tey kunnu geva fólkunum, sum leita eftir troyst og vón í eini truplari tíð. Tey hava tørv á bíbilskari kreppuhjálp, soleiðis at bíbilski boðskapurin kann styrkja tey. Tey hava eisini brúk fyri okkara forbøn.

“Eg biði tykkum, í Jesu Kristi navni – øll, sum kunnu biðja, havi okkum við í tykkara bønum,” sigur presturin Viacheslav Khramov. “Kríggið byrjaði í dag. Vit heita á øll, sum eru før fyri at biðja, um at biðja fyri okkum. Biðið fyri Ukraina. Biðið um, at lív verða spard, eins og okkara likam og sál.”

Anatoliy tekur eisini undir við hesi áheitan.

Av øllum tí, sum Anatoliy hevur deilt við meg, so er tað samanhaldið í ukrainsku kirkjuni, sum hugtekur meg mest.

“Vit tosa við okkara samstarvsfelagar í Russlandi,” sigur Anatoliy. “Vit kirkjuleiðarar tosa saman og vit biðja saman. Vit eru sameind í Gudi.”

Hetta er júst gleðiboðskapurin, sum vit skulu boða til ein lýðandi heim: Guds orð kann sameina fíggindar, reka vónloysi út og grøða lýðandi hjørtu.

Hetta er hugsanin hjá sameindu kirkjuni, sum vit síggja í Ukraina. Mitt í kríggi, politikki og skilnaði, breiðir Jesu Kristi kirkja gleðiboðskapin út og byggir soleiðis Guds ríki.

Robert L. Briggs er forseti og dagligur leiðari í Bíbliufelagnum í USA.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina