Kirkju barnadagur 13. sept. í Gøtu kirkju
Felagið fyri kirkjuráðslimir skipar fyri kirkju barnadegi leygardagin 13. september kl. 10-15 í Gøtu kirkju. Dagurin er ætlaður øllum børnum og avvarðandi kring landið.
Kirkju barnadagurin er ókeypis, tó er neyðugt við tilmelding, fyri at vita, hvussu nógvur matur skal gerast.
Tilmelding fer fram hjá Dagbjørt Ó Hansen, forkvinna í Felagnum fyri kirkjuráðslimir á t-posti: doh@email.fo innan 8. september.
Skrá – leygardagin 13. sept 2025
kl. 10.00
Forkvinnan bjóðar vælkomin
Inngangsbøn
Sálmur: Byggja Guðs ríki
Andakt: Tummas Kannuberg, prestur
Leikur: Hin miskunsami sámáriubúgvin, 3. fl. í Gøtu skúla
Sálmar: Jesus er besti vinur.. og Guð hvønn ein smáfugl..
Barnakór framføra
Útgangsbøn
kl. 11.30
Pitabreyð við tilhoyri í kirkjukjallaranum
kl. 12.30
Verkstøð:
• Ganga yvir til skúlan í Gøtugjógv og fáa frágreiðing um listaverkið
• Túrur niðan til vaktarhúsið við livandi frásøgn
• Gera bringuprýði úr træskurði, brenna kross og rúnarstav á
• Børnini fáa eina mynd um miskunsama sámáriubúgvan, sum tey kunnu lita heima
kl.14.00
Millummáli í kirkjukjallaranum
kl. 14.20
Í kirkjuskipinum:
• Felags kórframførsla
• Sálmur: Gakk tú tryggur fram við góðum treysti
• Taka samanum og takka.
• Børnini fáa ein gávuposa heim við sum minni um dagin.
Hjartaliga vælkomin.