Kirkjuligt Missiónsfelag hevur vikuskiftismøtir í Emmaus

Vikuskiftið 5. – 7. mai vitjar Birger Reuss Schmidt í Emmaus. Birger er í dag varaaðalskrivari hjá Luthersk Mission í Danmark. Hann er útbúgvin innan teologi og journalistik.

Á møtunum fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið fer hann at greiða frá, at teir gerningar ápostlarnir gjørdu eru Heilaga Andans gerningar.

Ápostlasøgan snýr seg um, hvussu gleðiboðskapurin breiddi seg frá Jerusalem til Róm uppá einans 30 ár. Vit kunnu lætt gerast
ovfarin og hugsa, at tey kristnu tá vóru “gullkristin” og heilt øðrvísi enn vit. Men grava vit eitt sindur djúpari í hesi bók verður avdúkað, at tað ikki eru ápostlarnir, sum gera munin. Tað er Guð, sum virkar við sínum Anda! Teir gerningar ápostlarnir gjørdu eru tí Andans gerningar, og í miðdeplinum er Jesus!