Kom við á hjúnavikuskifti
Í einum gerandisdegi, fyltur við arbeiði, børnum, skúla, nógvum smáum og størri avgerðum, kann tað tykjast trupult at finna pláss og tíð til at hjúkla um hjúnabandi.
Tí bjóða vit tykkum við á eitt hjúnavikuskiftið, sum verður í Nesvík 17.–19. apríl, har fokus er sett á tað, sum styrkir og lyftir samveruna. Hetta er eitt vikuskifti, har tit fáa loyvi og møguleikan at steðga á og fáa íblástur til lívi, sum hjún.
Tað vera tríggir áhugatímar:
- Lívið, tá reiðrið er fult v/ Helenu Hansen og Janusi Trúgvason
- Lívið, tá reiðrið tømist v/ Birnu og Alfredi Petersen
- Lívið, tá avbjóðingar møta v/ Anniku og Gunnari Christiansen
Tað verður pláss fyri hugnaligum løtum, bæði millum tykkum, sum hjún, og saman við øðrum hjúnunum. Harumframt verður góður matur borðreiddur alt vikuskiftið, sum setur prikkin yvir i’ið
Tiltakið byrjar fríggjakvøldi 17. apríl og endar sunnudagin við eini hjúnagudstænastu.
Tað er møguligt at tekna seg á http://www.mission.fo/tilmelding
Tilmeldingarfreist: 12. Apríl.
Prísir fyri hjún:
- Hjúnavikuskiftið v/ gisting (í nýggju kamarslonini): 2995 kr.
- Hjúnavikuskiftið v/ gisting (í gomlu kamarslonini): 1995 kr.
- Hjúnavikuskiftið u/ gisting: 1595 Kr.

