Kom við á Simba summarlegu
Kom við á summarlegu! Vit bjóða børnum tykkara nakrar dagar fyltar við góðum upplivingum, nýggjum vinabondum, góðum bíbliutímum og andaktum.
Umstøðurnar í leguhúsinum í Nesvík eru sera góðar við m.ø. einari stórari hoppipútu, vølli, góðum spæliplássi og einum hyli, har børnini kunnu rógva og spæla. Inni hava vit eina høll, borðtennisborð og góðar umstøður til hugna.
Summarlegur verða eisini á Giljanesi, Porkeri og í Dali. Hesar legurnar hava eisini framúr umstøður til nakrar góðar dagar saman við vinum, bæði gomlum og nýggjum.
Vit gleða okkum til nógvar góðar legur saman við børnunum.
Kostnaður og tilmelding
- Tilmelding á mission.fo/tilmelding.
- Tilmeldingin letur upp 11. apríl 2026, kl. 12.
- Tilmeldingarfreistin er eina viku, áðrenn legan byrjar, um hon ikki er fullteknað áðrenn.
- Legurnar verða skipaðar eftir flokki. Tit tilmelda eftir flokkinum, sum børnini ganga í áðrenn summarfrítíðina.
Í fjør vóru fleiri legur skjótt fullteknaðar, so tað er at skunda sær.
Um ein lega er fullteknað, kemur ein bíðilisti út á mission.fo/tilmelding. Um vit fáa pláss til onkran á bíðilistanum, seta vit okkum í beinleiðis samband við tey.
Simbalegurnar í Nesvík
Kostnaður 860 kr.
2. – 3. flokkur: 19. – 23. juni
3. – 4. flokkur: 26. – 30. juni
4. – 5. flokkur: 3. – 7. juli
6. – 7. flokkur: 10. – 14. juli
Simbalegan í Porkeri
Kostnaður 745 kr.
2. – 5. flokkur: 29. juni – 2. juli
Simbalegan á Giljanesi
Kostnaður 830 kr.
2. – 5. flokkur: 19. – 23. juni
Simbalegan í Dali
Kostnaður 830 kr.
2. – 5. flokkur: 24. – 28 juni
Systkinaavsláttur
Eru tvey systkin á legu í summar, fáa tey 45 krónur í avsláttri hvør. Eru trý ella fleiri systkin á legu í summar, fáa tey 85 krónur í avsláttri hvør. Hetta er eisini galdandi fyri ungdómsleguna í summar.

Fyri at fáa systkinaavsláttur er týdningarmikið at velja rætt við tilmelding.
Dømi:
Hevur tú 3 børn, sum skulu á 3 ymiskar legur, skalt tú á hvørjari legu sær velja 1 í nøgd á “Summarlega v/systkinaavsláttri – 2 ella fleiri systkin”.
Hevur tú 2 børn, sum skulu á somu legu, skalt tú velja 2 í nøgd í somu tilmelding.
Um onkur setist aftur av fíggjarligum ávum, er møguleiki fyri avsláttri. Skriva til Jóhan Hansen, barna- og familjuráðgeva, á johanh@mission.fo. Allir upplýsingar vera handfarnir í trúnaði.
Avboð
Um avboð verður givið, verður legugjaldið afturflutt soleiðis:
- Um sagt verður frá seinast 7 dagar, áðrenn legan byrjar, verður alt luttakaragjaldið afturgoldið.
- Um sagt verður frá 2-6 dagar, áðrenn legan byrjar, verður 75% av luttakaragjaldinum afturgoldið.
- Um sagt verður frá dagin fyri ella sama dag, sum legan byrjar, verður einki afturgoldið.
Eisini verða ungdómslega (20. – 24. juli) og familjulega (31. juli – 3. august) í summar. Meira kunning um tær legurnar kemur seinni.

