Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku

Frants Jensen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

“Fyri at eg skal koma aftur til Føroyar, kundi eg gott tonkt mær, at til dømis vit fingu fría abort í Føroyum”.
Soleiðis ljóðaði ein av útsøgnunum frá einum av ungu føroyingunum, ið fór uttanlands at nema sær útbúgving, í sendingini Has#tag í Kringvarpinum herfyri, tá ið hon úttalaði seg um, hvat skuldi til, fyri at hon skuldi koma aftur til Føroyar. Eg má spyrja, hvat er tað fyri samfelag, vit ynskja, har smábørnini ikki eru vælkomin?

Ein politiskur ungdómsflokkur í Føroyum legði stevnuskrá fram herfyri, at tey fram móti komandi vali millum annað hava sum høvuðsmál at arbeiða fyri, at Føroyar fáa fría fosturtøku. Eg má spyrja, er tað frælsi at týna lív?

Í USA varð fosturtøka herfyri gjørd lóglig í statinum New York – ikki fram til 12. ella 20. viku, men heilt fram til føðing.
Eg má spyrja, er støddin avgerandi? Fyri mær er hetta enn eitt prógv um, at tað júst er eitt barn, ið missir lívið í eini fosturtøku – aldurin er als ikki avgerandi.

Vit liva í eini tíð uttan absoluttar. Har tingini eru subjektiv. Eini tíð, har absoluttar standa fyri falli, og har tað meira ella minni stendur til hin einstaka at avgera, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Sjálvsfremjan tykist at vera málið við lívinum.

Eg kann óivað av nøkrum verða hartaður fyri í hesi grein at halda meg til nakrar absoluttar í lívinum.

At eg sigi nakað vera rætt, og at annað er skeivt. Og so hoyri eg tey fyri mær, sum siga, at hetta møguliga er rætt fyri teg, men ikki fyri onnur. Ella at sagt verður, at tað er ein hugtaksskilgreining, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Ella tað, sum kanska er enn meira frammi í dag: Er tað í heila tikið áhugavert, um tað er rætt ella skeivt? Bara tað kennist gott og virkar.

Vit hava tó brúk fyri absoluttum í samfelagnum. Og ein av hesum er, at vit taka ikki mannalív.

Tey, sum í dag tala fyri, at lívið skal takast á lítla barninum í móðurlívi, tosa ofta um onnur hugtøk enn júst lív, fyri at fáa sínar grundgevingar ígjøgnum – hóast tað er greitt fyri einum og hvørjum, at tað júst er eitt lív, ið verður tikið. Og so er líkamikið, um barnið júst er gitið, er 12 vikur, 18 vikur ella beint undir 9 mánaðir. Ella 2 ár. Ella 5 ár.

Ofta verður tosað um rættin hjá kvinnuni – hóast umleið helvtin av fosturtøkunum, verða framdar móti smáum kvinnum! Ella tosað verður um yrkisleiðina, ella at tað passar ikki inn í ætlanina hjá kvinnuni. Og ikki minst verður tosað um tey ógvusligu dømini, tá ið neyðtøka ella blóðskemd eru uppi í leikinum – hóast hesi dømini fylla ógvuliga lítið í hagtølunum. Ella at grundgivið verður við, at barnið ber eina ávísa sjúku, at tað er betri og meira “menniskjansligt”, at tað ikki verður føtt.

Grundgevingarnar eru vorðnar nakrar aðrar, men tann handlingin, ið verður framd, er júst tann sama. Lívið verður tikið frá einum lítlum barni í móðurlívi. Einum ósekum menniskja. Skal tað verða gjørt lógligt? Svarið er bæði logiskt og upplagt. Vit taka ikki mannalív.

Ofta verður sagt – serliga av teimum, ið tosa við kvinnur, ið hava fingið framt fosturtøku, men sum eru komnar í sálarligar trupulleikar av hesum aftaná – og tær eru ikki fáar – at páparnir áttu at stuðlað, verið raskari at tikið ábyrgd og sagt frá, at teir ikki vildu hava, at fosturtøka varð framd.

Teir skuldu heldur víst ábyrgd, sum Jósef, timburmaðurin úr Nasaret, gjørdi.

Hann vardi ta ungu Mariu, ið var vorðin við barn, og hann tók barnið til sín.

Fosturtøka er nevniliga als ikki bara ein kvinnuspurningur – hóast tað ofta verður roynt at gera tað til ein tílíkan. Tað skal jú ein maður til, at ein kvinna kann gerast við barn.

Tá ið hetta er sagt, so skal eisini sigast, at menn hava í fleiri førum ikki vart barnið ella kvinnuna. Teir hava ístaðin lagt trýst á kvinnuna um at fremja fosturtøku. Tað eru tó eisini teir, ið hava staðið fram og roynt at vart lívið hjá barninum, men sum hava upplivað, at teirra rødd als ikki hevur verið hoyrd.

Óansæð hvørjar grundgevingar hava verið nýttar fyri fosturtøku, so er tað greitt, at ein ger seg inn á lívið hjá einum øðrum menniskja á tann mest ógvusliga hátt, ein kann, nevniliga við at taka lívið frá øðrum. Og tað á einum púra ósekum og verjuleysum. Og so er líkamikið, hvat aldur barnið hevur. Tað er ikki okkara rættur at taka lívið frá øðrum. Vit eru ístaðin sett at verja lív.

Eitt mannalív byrjar við gitnaði. Tað byrjar ikki í 12. ella í 18. viku, ella tá ið tað verður føtt. Og áðrenn hesa tíð er tað ikki bara ein selluklumpur – nei, tað er eitt mannalív, eitt sjálvstøðugt menniskja. Ikki ein partur av kroppinum hjá mammuni, men eitt sjálvstøðugt menniskja við egnum DNA, sum er ymiskt frá mammuni, men sum mamman tó hevur ábyrgd at verja, til tað verður føtt.

Ofta verður ført fram, at lættasti hátturin at sleppa av við “trupulleikan” (at ein er vorðin við barn) er at fremja fosturtøku. Hetta er tó als ikki ein loysn.

Sjálvt um barnið kann verða føtt við breki ella undir truplum sosialum umstøðum, og tað kann krevja nógv arbeiði og stríð, so er eisini hjálp at fáa, og barnið kann sanniliga skapa nógva gleði. Og her eigur samfelagið at vera enn dugnaligari at hjálpa til.

Nógvar kvinnur – og nógvir menn – líða av seinárinum av framdari fosturtøku. Men tað er tó ikki neyðugt at líða alt lívið av hesi gerð. Tað er hjálp at fáa. Og tað er fyrigeving av fáa.

Kristna trúgvin lærir okkum, at vit hava ábyrgd av okkara gerðum, bæði teimum røttu og skeivu. Trúgvin lærir okkum eisini, at tað er fyrigeving at fáa. Óansæð hvat vit hava gjørt.

Tí er vón fyri øllum. Eisini fyri mær. Hetta gevur veruliga gleði og veruligt frælsi.

Grundgevingarnar fyri fosturtøku halda mangan ikki ella eru sera veikar. Latið okkum ikki lata okkum tøla av teimum, men heldur verja og fagna lívinum. Og ikki minst, at vit sjálv vórðu fødd.

Hvat hevði heimurin verið fátækur, um allar ætlaðu fosturtøkurnar høvdu verið framdar. So hevði heimurin ikki upplivað stórmenni sum Michael Laudrup, Bill Gates og Andrea Bocelli. Og nógv onnur við teimum.