Korona og kirkjan

Løgið, sum Gud virkar okkara millum, hóast koronu og allan mótburð.
Gud byggir kirkju, har heimurin kennir til hungur, oyðilegging og sjúku.
Gud virkar úr ongum, fyri at vísa okkum, hvør hann er.
Gud skapti úr ongum henda heim.
Jesus frelsti okkum í størsta veikleika á einum krossi.
Heilagi Andin byggir kirkju við umvendum syndarum.

 

Heilagi Andin og tú

Heilagi Andin er byggimeistarin av Guds altjóða kirkju. Tað er hann, sum tú skalt møta, og tá ið tú møtir honum, so vísir hann á Jesus og hansara náði og lív, og so fyllir hann teg við síni kraft og sínum kærleika, so tú kanst gerast hansara kraftkelda til tín neyðstadda næsta.

“Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.” Men hetta segði hann um andan, sum teir, ið trúðu á hann, skuldu fáa” (Jóh 7,38-39).

Heilagi Andin altíð verið

Heilagi Andin hevur altíð verið Gud, og hann hevur altíð verið hjástaddur í hesum heimi, og hann hevur við øll heimsins menniskju at gera. Heilagi Andin lá á vøtnunum við skapan heimsins, og hann talaði ígjøgnum profetarnar í Ísraels fólki, og hann virkaði í lívinum hjá kongum Ísraels eins og í farao í Egyptaland og í Kýrosi kongi í Persiska ríkinum. Í Nýggja Testementi virkar Heilagi Andin ígjøgnum øll tey, sum lótu seg doypa í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og sum trúðu á Jesus. Ja, soleiðis virkar hann enn ígjøgnum øll kristin menniskju samstundis, sum hann heldur hesum heimi upp og ger sín varðveitandi gerning í øllum heimsins fólkum og samfeløgum.

Heilagi andin hevur sínar arbeiðshættir

Allar staðir vil Heilagi Andin byggja kirkju, og hann hevur sínar arbeiðshættir.

Á hvítusunnu kom “dun av himli”. Heilagi Andin vil hoyrast.
Á hvítusunnu sóust ”tungur líkasum av eldi”. Heilagi Andin vil síggjast.
Á hvítusunnu ”tóku [ápostlarnir] at tala á øðrum tungumálum”. Heilagi Andin vil verða skiltur av øllum.

Bábel og hvítusunnan

Í 1. Mósebók lesa vit um, at menniskjuni settu sær fyri at byggja borg og torn, sum skuldi røkka til himins, Bábelstornið, so tey gjørdust kend og ikki vórðu spjadd um alla Jørðina. Men Gud fløkti tungumál teirra, ”so at teir ikki skiltu málið, hvør hjá øðrum.” Á henda hátt spjaddi Gud menniskjuni út um alla Jørðina – beint ímóti teirra ætlan. Tað var Gud, sum virkaði alt hetta.

Í Ápostlasøguni lesa vit, at Gud ger tað øvuta: á hvítusunnu var løtan komin hjá Gudi at savna øll fólkasløgini aftur. Við borgini Bábel vildu menniskjuni náa Himmalin, sum tey ikki náddu. Í Jerusalem kom Gud Heilagi Andin sjálvur niður til menniskjuni.

Nógv fólkasløg vóru Jerusalem

Jødar úr nógvum londum og av ymiskum tungumálum høvdu leitað til Jerusalem á hvítusunnu. Teir hoyra tá hesar ápostlar, sum høvdu hildið seg innandura av ótta fyri jødum, alment boða um “stórverk Guðs”, so øll máttu hoyra. Heilagi Andin gav teimum dirvi, og Heilagi Andin gav teimum mál og orð.

Jødarnir siga: “Sí, eru ikki allir hesir, ið tala, Galileumenn? Hvussu ber tað tá til, at vit, ein og hvør, hoyra teir tala á okkara egna máli, sum vit eru føddir við? Partar og Medar og Elamitar og vit, sum eru búsettir í Mesopotamiu [tað er í dag Iran og Irak], Júdeu [í dag Ísrael], Kappadókiu, Pontus og Ásiu í Frýgiu og Pamfýliu [í dag Turkaland], Egyptalandi og Líbyubygdunum við Kýrene … Kretoyingar og Arábarar [tey, ið tosa arábiskt], vit hoyra teir tala á okkara tungum um stórverk Guðs?”

”Stórverk Guðs”

Heilagi Andin arbeiðir nátt og dag á okkara døgum, at orðið um “stórverk Guðs”, um krossin og frelsuna í Jesusi Kristi, skal út til øll fólkasløg. Og til tess nýtir Heilagi Andin nú ljóð og myndir og øll heimsins mál at náa øll fólkasløgini. Um allan heim eru bíbliufeløg, sum stríðast av øllum alvi, at fáa Bíbliuna týdda til til øll heimsins tungumál. Alt hetta virkar hin eini og sami Andin.

Kirkjan í dag

Heilagi Andin nýtir útvarp, tí gleðiboðskapurin skal hoyrast. Heilagi Andin nýtir sjónvarp, tí gleðiboðskapurin skal síggjast. Heilagi Andin nýtir satilitsjónvarp, tí gleðiboðskapurin skal út til øll fólkasløg. Heilagi Andin nýtir alnetið og sosialu miðlarnar, so at fólk kunnu samskifta hvør á sínum máli, so at øll kunnu skilja boðskapin.

Tað nýggja, síðan koronu

Heilagi Andin hevur í korona-tíðini, vit eru í, lært okkum nakað. Eg trúgvi, at Heilagi Andin á okkara døgum ger tað sama, sum hendi nakað eftir fyrstu hvítusunnuna: Tá spjaddi Heilagi Andin vegna atsókn tey fyrstu kristnu í Jerusalem út til grannatjóðirnar og víðari út við gleðiboðskapinum. Nú virkar Heilagi Andin vegna alheimsfarsótt, at kristin menniskju fara út úr sínum vanligu kørmum og fara út til sínar grannar og víðari út við evangeliinum, sum helst ongantíð áður í søgu Heilaga Andans.

Korona og koinonia

Í Ápostolsku trúarjáttanini stendur um Heilagan Anda, at vit trúgva á “eina heilaga almenna kirkju”. Vit trúgva, at kirkjan er ein; hon er Guds, og er fyri øll menniskju. Kirkjan er fyri øll fólkasløg í allar tíðir. Og eisini trúgva vit á “samfelag (á grikskum koinonia) teirra heilagu”. Kirkjan, eru tey, Gud hevur halgað, og sum eru eitt heilagt “samfelag”. Samfelag okkara er við Gud og við brøður og systrar í Harranum.

Samfelagið við Gud eiga vit í trúnni á Jesus. Trýrt tú á Gud, ert tú í Jesusi, og einki kann skilja teg frá Guds kærleika. Heldur ikki koronan. Samfelagið í Guds kirkju hava vit, tá ið vit hava samfelag við Gud. Hetta samfelagið er lagt undir trýst vegna koronu. Vit hava verið noydd at havt fjarstøðu, eins og tá ið líknandi sóttir hava gingið, men hesaferð fingu við eina hjálp í nýggju tøknini. Nú hava vit havt møguleika at tosa saman við ljóði og myndum sum ongantíð áður.

Samanumtikið

Fyrstu hvítusunnuna, nýtti Heilagi Andin á ein yvirnatúrligan hátt arbeiðshættir, sum síðan hava verið nýttir: Ljóð, myndir og tulking. Tey fyrstu kristnu vóru góð at boða gleðiboðskapin, myndprýða sínar kirkjur og týða Bíbliuna til ymisk mál. Í Miðøld gjørdi Luther meira enn nakar annar nýtslu av bókaútgávum og myndlist. Á okkara døgum hava vit umframt útvarp og sjónvarp, fingið teir sosialu miðlarnir – Facebook, Twitter, Instagram, Google og YouTube umfram allar heimasíðurnar, vit kunnu gera.

Netið hevur nógvar avbjóðingar, og netið bjóðar eisini nógvar møguleikar!

Tann, sum hevur givið menniskjum vit at hugsa við og evni at finna uppá og at menna nýggjar miðlar, hevur eisini sent Heilaga Andan at vegleiða okkum, hvussu vit best boða gleðiboðskapin á okkara døgum. Eitt er hent longu: Kirkjan er longu hálað út á teir pallar, har nútíðar fólk eru: fyrst og fremst á sosialu miðlunum. Spurningurin er nú: Hvussu fara vit at nýta teir miðlar, sum vit hava atgongd til? Áttu vit ikki at biðið Faðir okkara á Himli um at geva okkum Heilaga Andans vísdóm og vegleiðing til hetta?