Kraftin í Faðir vár

Á einum møti uppi í Meinigheitshúsinum tosaði ein kona. Millum annað kom hon inn á, hvat ið bønin ”Faðir vár” kann avrika. Hon segði nakað soleiðis:

 Amerikumaðurin Kenneth Bailey (1930-2016), sum bæði var prestur, professari og rithøvundur, fór til Riga í Lettlandi at halda ein fyrilestur, stutt eftir at kommunisman var fallin. Hann var spentur at hitta tey kristnu har.

 Eftir fyrilesturin kom hann at sita saman við einari ungari gentu. ”Ert tú vorðin kristin, av tí at tú loyniliga hevur lisið í Bíbliuni?” spurdi hann.
 ”Á, nei, nei,” svaraði hon. ”Vit høvdu ikki loyvi at hava nakra Bíbliu.”

 ”Íðan, hevur onkur omma biðið fyri tær?” spurdi hann.

 ”Nei, nei,” svaraði hon, ”øll í míni familju eru ateistar, gudloysingar.”

 ”Men hevur tú so kanska verið til gudstænastu í onkrari undirgrundarkirkju?”

 ”Nei, tað havi eg ikki.”

 ”Hvussu ber tað so til, at tú ert vorðin trúgvandi?” spurdi Kenneth.

 ”Jú, tað var eitt, sum vit fingu loyvi til, og tað var, at tá ið onkur skuldi jarðast, so var loyvt at biðja ”Faðir vár”. Eg undraðist nógv á, hvør ið hesin ”Faðir vár, sum er í Himlunum”, mundi vera. Tað fekk eg ikki kannað, fyrr enn land okkara varð frælst, og eg fekk keypt mær eina Bíbliu. Tað vóru hasi orðini ”Faðir vár, tú sum ert í Himlunum”, sum festu í meg, og eg tók við trúgv.”

Ja, hugsa tær, vit eiga ein pápa, sum býr uppi í Himlunum! Tað er stórt!
ec umsetti

LES EISINI  Faðir Vár
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina