Kristi himmalsferð

Hvat snýr Jesu himmalsferð seg veruliga um? Hvussu kann tað vera, at hesin tilburður varð orsøk til, at lærusveinarnir vórðu fyltir við miklari gleði og hildu seg støðugt í halgidóminum og lovaðu Guði? Og hvønn týdning hevur Jesu himmalsferð fyri okkum í dag?


“Og hann segði við teir: “Soleiðis er skrivað, at Kristus eigur at líða og rísa upp frá deyðum triðja dagin, og at í navni hansara eigur at verða prædikað umvending og syndanna fyrigeving fyri øllum fólkasløgum, og byrjast skal frá Jerúsalem. Tit eru vitni um hetta. Og sí, eg sendi fyrijáttan faðirs míns yvir tykkum; men tit skulu halda tykkum kvirrar í staðinum, inntil tit verða íklæddir kraft frá tí høga.” Og hann førdi teir út, yvir ímóti Betániu, og hann hevði upp hendur sínar og vælsignaði teir. Og tað hendi, í tí hann vælsignaði teir, skildist hann frá teimum og varð lyftur upp til himmals. Og teir tilbóðu hann og vendu aftur til Jerúsalem við miklari gleði. Og teir vóru støðugt í halgidóminum og lovaðu Guði” .

Luk 24,46-53

Inngangur

Hvørjar tankar gera vit okkum, tá ið vit hoyra um Jesu himmalsferð? Ímynda vit okkum, at Jesus nú flýgur avstað sum ein rúmdarrakett til eina fjarskotna gongustjørnu onkustaðni langt úti í rúmdini? Teksturin, sum vit hava lisið, gevur okkum ið hvussu so er ikki ta fatan, at talan er um eina slíka himmalsferð. Lukas gevur eina rættiliga sparsama lýsing av Jesu himmalsferð. Í evangeliinum eftir Lukas lesa vit, at Jesus varð lyftur upp til himmals. Og í Ápostlasøguni sigur Lukas, at “eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra” (Áps 1,9). Men hvat snýr Jesu himmalsferð seg veruliga um? Hvussu kann tað vera, at hesin tilburður varð orsøk til, at lærusveinarnir vórðu fyltir við miklari gleði og hildu seg støðugt í halgidóminum og lovaðu Guði? Og hvønn týdning hevur Jesu himmalsferð fyri okkum í dag? Hetta fara vit at hyggja eitt sindur nærri at.    

Jesus hevur broytt alt

“Í navni hansara eigur at verða prædikað umvending og syndanna fyrigeving fyri øllum fólkasløgum”, sigur Jesus við lærusveinarnar (Luk 24,47). Jesus sigur altso, at øll menniskju hava brúk fyri honum, tí at tað er bara frelsa í hansara navni. Tað er bara hann, sum hevur borið alla heimsins synd. Tað er bara hann, sum hevur átikið sær straffin fyri okkara syndir. Og tað er bara hann, sum hevur sigra yvir Sátan, synd og deyða. Tí kunnu vit eisini trygt venda okkum til Jesus og taka ímóti hansara gávu til okkum: syndanna fyrigeving og ævigt lív. Tað hava vit øll brúk fyri!

Deyðin er ein veruleiki, sum vit áhaldandi verða mint á. Vit vita, at vit øll eru í sama báti, tá ið tað snýr seg um deyðan. Men kortini so hevur Jesus broytt alt hetta fyri okkum. Við síni uppreisn hevur Jesus sigra yvir sjálvum deyðanum! Í honum eiga vit tí eina livandi vón – eina vón, sum heldur eisini tá ið vit skulu doyggja, tí at vit vita, at vit skulu rísa upp frá deyðum, líkasum Jesus reis upp frá deyðum “sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur” (1 Kor 15,20).

Eitt er vist, og tað er, at vit ikki høvdu kunna tala um nakran gleðiboðskap, um Jesus ikki reis upp frá deyðum. Kristindómur hevði als ikki verið til, um Jesus varð verðandi í grøvini. MEN hann varð ikki verðandi í grøvini. Tað hendi veruliga nakað í Jerúsalem fyri uml. 2000 árum síðani. “Krist reis upp frá deyða / á páskamorgni reyða.” Og fyri at leggja dent á henda veruleikan, sýndi hann seg eisini fyri lærusveinunum í 40 dagar aftaná uppreisnina, snakkaði við teir og át saman við teimum.

Ein heilt nýggj byrjan

Í fyrsta umfari sá tað kanska út til, at Jesu líðing og deyði bar boð um ein enda – endan av Jesu lívi og upploysingina av hansara viðhaldsfólki. Hetta var eisini tað, sum fíggindarnir hjá Jesusi høvdu vónað. MEN talan var als ikki um nakran enda her! Nei, nú var talan um eina heilt nýggja byrjan – nakað, sum eisini er galdandi fyri okkum í dag: Við krossardeyðanum, uppreisnini og himmalsferðini hevur Jesus opnað dyrnar inn til Himmalin – inn til sjálvan Gud! Hetta verður eisini lýst sera væl í Hebrearabrævinum: “Tá ið vit nú, brøður, í Jesu blóði hava treyst at ganga inn í halgidómin, hagar hann vígdi okkum atgongd, nýggjan og livandi veg inn ígjøgnum forhangið…” (Hebr 10,19-20). Alt hetta hevur Jesus sjálvur vunnið okkum við sínum egna blóði og frelsugerningi. Og tí skal umvending og syndanna fyrigeving eisini prædikast í hansara navni.

Kraftin frá tí høga

Men Jesus sigur kortini við ápostlarnar, at teir skulu verða verandi í Jerúsalem, inntil teir verða íklæddir kraft frá tí høga (Luk 24,49). Lukas leggur eisini dent á tað sama í Áps 1,8: “Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.” Eingin vendir sær til Jesus uttan Heilaga Andans kraft! Og ápostlarnir megna tí einki uttan hesa kraftina – kraftina frá tí høga. Men við Heilagum Anda fáa teir kraft til at vera Jesu vitni og prædika umvending og syndanna fyrigeving. Og tí er Jesu himmalsferð ikki nakað, sum ápostlarnir skulu syrgja yvir. Harafturímóti er tað til teirra egna besta, at Jesus fer heim til Faðirin. Hetta er eisini nakað, sum Jesus greiðir frá í einum øðrum samanhangi: “Men eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin [tvs. Heilagur Andi] ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara. Og tá ið hann kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm” (Jóh 16,7-8). Hetta er gerningur Heilaga Andans: at sannføra menniskju um synd, rættvísi og dóm, soleiðis at tey venda um og fáa syndanna fyrigeving og ævigt lív.

Jesu naglamerktu hendur

Áðrenn himmalsferðina lyftir Jesus sínar hendur og vælsignar ápostlarnar. Tað er sera rámandi, at Jesus lyftir sínar naglamerktu hendur fyri at vælsigna ápostlarnar. Í Jesu hondum kundu ápostlarnir nevniliga síggja, hvat tað kostaði fyri Jesus at vælsigna teir (og okkum). Hann leyskeypti okkum við sínum egna likami og blóði. Tað var prísurin! Ella sum Jesaja profeteraði: “Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót” (Es 53,5). Jesus hevur gjørt alt, sum skal til, fyri at vit skulu verða vælsignaði útum øll mørk. Av sárum hans fingu vit heilsubót!

Við høgru hond Guds

Og í tí hann vælsignaði teir, skildist hann frá teimum og varð lyftur upp til himmals (Luk 24,51). Hetta er eisini tað, sum vit játta í Ápostólsku trúarjáttanini: “…farin til himmals, sitandi við høgru hond Guds faðirs, hins alvalda, haðan hann kemur at døma livandi og deyð.” Hann, sum henda dagin lyfti sínar hendur fyri at vælsigna ápostlarnar, situr nú við høgru hond Guds. Hetta, at hann situr við høgru hond Guds, merkir, at hann nú hevur yvirtikið sítt kongaliga embæti. Hetta er eisini nakað, sum Mikkjal á Ryggi lýsir í einum av sínum sálmum:

Sigurskrýndur fram hann trínur
til síns faðirs kongastól,
ljómin um hans andlit skínur
bjartari enn summarsól.
Hoyr nú hátt við hørpuslátt:
»Heiður veri himladrott’!«
Í sítt hásæti hann stígur,
allur einglaskarin nígur
(Sl 216).

Boðskapurin hjá einglunum

Í Ápostlasøguni lesa vit um, hvussu ápostlarnir stóðu har á Oljufjallinum og stardu upp til himmals. Brádliga, meðan teir stóðu har, komu tveir einglar til teirra og søgdu: “Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals” (Áps 1,11). Jesus var farin til Faðirin, og teir kundu ikki fáa hann aftur við at standa har og stara. Harafturímóti løgdu einglarnir dent á, at Jesus skuldi koma aftur. Tað var als ikki talan um eitt síðsta farvæl, tí at tann sami Jesus skal eisini koma aftur á sama hátt, sum teir sóu hann fara. Hetta var eisini nakað, sum Jesus sjálvur hevði boða teimum frá viðvíkjandi endatíðini, tá ið hann sigur: “Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í ský við mátti og miklari dýrd” (Luk 21,27). Men í mun til himmalsferðina er Jesu afturkoma nakað, sum øll fara at síggja: “Sí, hann kemur í skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja hann…” (Opb 1,7).

Hin nærverandi frelsarin

Jesu himmalsferð og lyftið um bæði Heilaga Andans komu og Jesu afturkomu fylti ápostlarnar við meining og gleði. Teir vóru støðugt í halgidóminum og lovaðu Gudi. Líkasum teir, hava vit eisini alla orsøk til at lova Gudi. Hví? Jú, tí Jesus er risin upp frá deyðum og farin til himmals! Hvítusunnuundrið er longu hent. Jesus hevur longu sent okkum Heilagan Anda. Ella sum Jesus segði við ápostlarnar: “Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara” (Jóh 14,18).

Hetta kann Jesus siga, tí at har, sum Heilagur Andi er, har er Sonurin eisini. Og har, sum Heilagur Andi er, har er Faðirin eisini. Gud er jú ein tríeindur Gud, og har, sum ein persónur í tríeindini er, har eru hinir persónarnir í tríeindini eisini. Í sambandi við himmalsferðina og Andans komu kann Jesus tí siga: “Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara” (Jóh 14,18). (1)

(1) Hetta tætta sambandið millum Faðir, Son og Heilagan Anda í tríeindini kemur eisini til sjóndar í sambandi við Jesu dóp (sí Matt 3,16-17). Og í Athanasiansku trúarjáttanini lesa vit í art. 3 og 4: “Hetta er almenna trúgvin, at vit æra ein Gud í tríeindini og tríeindina í einum og hvørki blanda saman persónarnar ella býta sundur guddómin.”

Endi

Ápostlarnir vóru menniskju líka sum vit. Teir høvdu veikleikar, stúranir og sorgir. Men Jesu himmalsferð talar nevniliga inn í okkara lív – eisini tá ið tað er trupult. Vegna himmalsferðina og Heilaga Andans komu er Jesus nú hin nærverandi frelsarin fyri okkum øll. Vit kunnu líta á, at hann er við okkum allar dagar, bæði í viðgangi og mótgangi. Ella sum Mikkjal á Ryggi sigur:

Skýggj, sum her mær sýnið forðar,
fjalir ei meg fyri tær,
gjøgnum bjørg og bláar skorar
fullvæl eyga títt meg sær;
gerst mær verðin trong og vánd,
rættir tú mær hjálparhond;
og til síðst tú vilt mær hýsa.
Hátt skal hjarta mítt tær prísa! (Sl 216). 

​Amen.


Kelda: jonhard.fo