Kristin í Jemen verða handtikin – Majed veit, at skjótt verður tað hansara túrur
Hvørt sekund førir Majed* nærri tí løtuni, hann veit fer at koma.
Tað bankar á dyrnar. Løtan, tá ið hann verður handtikin.
Majed er ikki í iva, at ein dag verður tað hansara túrur, tí beint nú er ein herferð móti kristnum í Jemen. Fleiri kristin eru longu handtikin og verða í løtuni avhoyrd, pínd og hildin aftur av víðgongdum muslimum og øðrum.
„Eg veit, at eg eisini verði tikin. Fyri fáum døgum síðani vóru nakrir agentar, sum spurdu eftir mær,“ sigur Majed. „Tað er ein trupul tíð, vit uppliva sum kirkja, men vit eru børn konganna kong. Jesus segði, at vit fóru at fáa trongdir í hesum heimi, men hann hevur eisini lovað okkum sigur í honum. Hetta lyftið heldur mær og okkum uppi.”
Majed er bangin og keddur um dagarnar, ið koma, og serliga er hann stúrin fyri teimum vinum, ið sita í fangahúsi. Hann roynir sítt besta at ugga familjurnar hjá vinum sínum og biður saman við teimum um frið, troyst og styrki.
„Menniskju, sum eg eri góður við, líða nógv í løtuni. Tey verða helst pínd,” sigur hann. „Onkur teirra er bangin og situr í myrkum fongsulskliva. Í mínum landi, og serliga í mínum øki, kunnu menniskju hvørva í fleiri mánaðir. Tá ið onkur verður tikin, hendir tað ofta, at vit ikki hoyra frá teimum aftur, fyrr enn tey verða leyslatin.”
Majed heitir á okkum um at standa saman við teimum kristnu í Jemen í bøn: „Biðið fyri mínum fongslaðu vinum, og biðið fyri Jemen. Jemen hevur tørv á ljósi, tí vit hava livað í myrkri í áratíggju. Biðið um, at broytingar kunnu henda. Biðið um, at tað, sum hendir nú, kann lata fleiri jemenitar síggja, at tað eru kristin í Jemen, sum trúgva á Jesus.”
Majed brúkar bíðitíðina til at fyrireika seg til tann tíma, tá ið hann sjálvur endar í fangahúsi.
„Eg veit, tað kemur. Ímeðan royni eg at læra so nógv bíbliuvers og bíbliupartar uttanat sum til ber. Eg vil vera ein “livandi” Bíblia, so eg kann siga frá um Jesus, hvar eg enn eri,” sigur hann.
Majed og hansara kirkjufamilja ynskja at vísa sínum nærumhvørvi og landi, hvør Jesus er.
„Gud hevur kallað okkum at vera salt og ljós; tað er tað, eg biði um at kunna vera,” sigur hann. „ Eg vóni, at Gud kann brúka meg. Eins og hann var við Paulusi og Silasi í fangahúsinum í Filippi, so veit eg, at hann fer at vera við mær. Og um hann er við mær, hvør kann tá vera ímóti mær?”
Hóast Majed kundi flýggja til eitt trygt stað uttanlands, noktar hann at fara frá sínum heimi, vinum og teimum trúgvandi..
„Mítt mál er at broyta Jemen, og tað kann eg ikki gera uttanlands. Um vit øll rýma úr landinum, er eingin eftir at halda arbeiðinum uppi. Eg kann ikki og vil ikki fara frá teimum menniskjum, eg elski.”
Majed er takksamur fyri tey kristnu, sum biðja fyri og eggja honum og øðrum jemenitiskum kristnum í hesi truplu tíð. Hann takkar Gudi fyri ta altjóða kirkjuna, sum lyftir hann upp í bøn.
„Má Gud grípa inn í neyðina og pínuna, og má hann troysta okkum. Sjálvt tá vit verða sett í fongsul, biðja vit um, at arbeiðið fer at halda fram. Biðið Gud um at kalla onnur til at halda áfram at bera hansara ljós til jemenitar, sum liva í myrkrinum. Tey hava uppiborið at kenna hann,” leggur Majed dent á.
*Navnið er broytt av trygdaráðum.
Bið fyri Jemen
- Bið um, at Gud kann brúka Majed og kristin sum hann, uttan mun til um tey eru í fongsli ella fræls.
- Bið um vísdóm til tey kristnu, so tey framhaldandi kunnu deila gleðiboðskapin í teirra heimlandi.
- Bið um troyst og uppmuntran til tey fongslaðu kristnu og teirra familjur, og bið um, at tey skulu merkja, at Gud er teimum nær.
Kelda: Open Doors
Ásbjørn Jacobsen


