Kristin list – hin fjalda tænastan

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tað var eina ferð – fyri fleiri hundrað áðrum síðani – at kirkjan var miðdepil fyri listaligum vakurleika og skapanargávum. Prestur talaði á latíni, og eingin skilti tað, sum hann segði. Men kirkjuveggirnir vóru á tremur av málningum og skurðmyndum, sum hvør á sín hátt talaðu til kirkjufólkið. Uttan orð talaðu listaverkini til mannahjørtu, uttan at nakrar av teimum forðingum, sum vit so mangan møta Gudi við, kundu steðga teimum.

Í tíðini eftir trúbótina fóru tey í boðanini at leggja høvuðsdent á tað skrivaða og talaða orðið burturav. Bíblian varð umsett til alt fleiri mál, og prestarnir fóru at prædika á einum máli, sum kirkjufólkið skilti. Nú ráddi alt um orðið, so sum tað varð talað ella skrivað, og gloymd var tann góða listin, sum Gud hevði brúkt sum hjálp til at náa inn í mannhjørtuni.

Hesi seinnu árini hevur protestantiska kirkjan aftur givið pláss til meiri list, men eg haldi ikki, at listin enn hevur fingið sítt natúrliga pláss sum tænastugrein aftur – hvørki í kirkjuni ella í missiónshúsunum. Um vit síggja burtur frá einstøkum hendingum, har ein kirkja kanska hevur eina framsýning, so verður ikki stórur dentur lagdur á at stuðla og at brúka skapanarevnini hjá teimum mongu menniskjum, sum Gud hevur givið okkara samkomum.

Tað er harmiligt. Beint nú ganga fólk kanska runt um í missiónshúsunum og sleppa ikki at brúka síni evni til tænastu.

Gud hevur givið teimum gávur til at skapa á ymiskan hátt, men leiðararnir duga ikki at brúka tey í gerandisarbeiðinum í bygdini. Tað er keðiligt fyri tey menniskju, sum ikki finna sítt rætta kall og tænastu. Tað er keðiligt fyri tær samkomur, sum ikki fáa gleði av tí, sum Gud vil siga teimum gjøgnum listaverkini. Og tað er keðiligt fyri tey menniskju, sum verða glatað, tí vit valdu ikki at tala til teirra gjøgnum listina.

Vit hava so mong orð. Bæði í gudstænastum og á møtum brúka vit mestsum bara orð. Sjálvt lovsangsløtan er fylt við orðum. Men tað eru so nógvar støður í lívi okkara, har vit ikki finna tey røttu orðini. Tí í orðinum eru ikki einans møguleikar. Orð hava eisini avmarkingar. Tað eru stúranir og sorgir, sum vit ikki rættiliga kunnu greiða frá. Tað eru gleðir, sum eru so stórar, at vit ikki megna at greiða frá teimum við orðum. Eg dugi ikki at mála, men tað hava verið dagar, har tað var gott, at eg kundi seta meg við klaverið og kundi lata tónarnar greiða frá mínum tankum og kenslum, uttan at eg setti orð á.

Hvat kunnu vit gera?

Tað er tíð uppá, at vit fáa greitt okkara kreativu systrum og brøðrum í Harranum, at tey eru virðismikil, og at tann tænasta, sum Gud hevur kallað tey til, hevur týdning fyri Guds ríkis arbeiði á jørðini. Og her eru orð ikki nóg mikið. Vit mugu eisini í gerningum vísa, at vit meina tað, sum vit siga.

Hetta kunnu vit gera upp á fleiri mátar. Kanska kundi tað verið eitt hugskot, at vit fara við teimum, sum mála, seyma, binda, arbeiða við træi, steini og glasi á sama hátt sum teimum, sum spæla tónleik. Sjálvandi kunnu vit hava framsýningar í missiónshúsunum, líka sum vit hava konsertir við tónleikarunum. Tað er bæði gott og týdningarmikið, men vit mugu ikki gloyma, at tá ið vit hava so nógvar dugnaligar tónleikarar, so er tað kanska, tí vit hava tikið tey til okkara, longu áðrenn tey dugdu ordiliga væl. Vit lótu tey sleppa framat á møtunum, og mong teirra vóru ikki rættiliga gomul, tá ið tey fyrstu ferð sluppu at syngja ella spæla saman við okkum øðrum. Vit lærdu tey frá barnsbeini at síggja teirra tónleik sum eina tænastu fyri Harran, og vit góvu teimum møguleika at royna seg. Av og á spældu tey skeivan tóna, men í hjørtunum gleddust vit kortini yvir at síggja tey bjóða seg fram, og hvussu tey spakuliga mentust í tænastuni. Og so lærdu vit tey at fylgjast við Gudi í síni tænastu.

Soleiðis mugu vit eisini geva menniskjum við øðrum skapanargávum pláss til at sleppa at royna seg saman við dugnaligum og royndum menniskjum og at vísa síni óperfektu listaverk fram til Guds æru. Og vit mugu læra okkum at hjálpa teimum at fylgjast við Gudi gjøgnum ta tænastu, sum tey hava.

Kanska kennir tú onkran, sum tú kanst eggja til at hava eina andakt ella ein vitnisburð um eitt listaverk, sum hann ella hon hevur gjørt? Ella kanska tú kanst læna eitt verk og so taka tað við inn í tað, sum tú skalt siga?

Tað kann eisini vera eitt gott hugskot at taka tey inn í missiónshúsið soleiðis, at tey sleppa at prýða húsið. Tað kann bæði vera til gerandisbrúk og til serligar hátíðarløtur. Tað krevur samskifti um, hvønn boðskap ella hvat tema tit vilja boða, men tað er júst í hesum samskiftinum, at vit saman kunnu vaksa bæði í trúgv og í tænastu.

Hvør ger myndaprýðingarnar á tykkara Facebooksíðu? Hava tit hugsað um, um nakar er, sum tit kunnu biðja gera onkrar myndir í staðin fyri bara at taka onkra skjóta mynd av netinum ella at brúka ta somu myndina av missiónshúsinum, sum tit vanliga brúka?

Hvussu hevði tað verið at gjørt eitt skapandi toymi, har tey kreativu kunnu koma saman og stuðla hvørjum øðrum og standa saman í tænastuni?

Fyri umleið 20 árum síðani hevði eg ta gleði at vera við á einu óvanligum útimøti í Ribe. Tað var mentanarkvøld í býnum, og miðbýurin var fyltur við mentanarligum tiltøkum. Í missiónshúsinum høvdu vit boðið nøkrum listafólkum at standa og mála á lørift mitt á gongugøtuni. Hetta varð ein øðrvísi uppliving, har vit fingu tosað við mong onnur menniskju enn tey, sum vit vanliga plaga at tosa við.

Tað er eisini eitt gott hugskot at seta sjóneykuna á menning og útbúgving av skapandi evnunum. Kanska kundu vit havt ein kreativan dag í missiónshúsinum, har øll – eisini nýbyrjarar uttan royndir – kunnu læra at gera ein málning ella kanska gera eina lítla skurðmynd?

Og nú til øll tykkara, sum í roynd og veru hava eitt kall til at tæna Gudi gjøgnum ta list, tit skapa við hondum tykkara. Eg vóni, at tit sjálvi lata tykkum í oddatroyggjuna og seta orð á tykkara tørv. Tit eru eisini vælkomin at skriva til mín um teir tankar, tit ganga við. Hevur tú okkurt, sum tú kundi hugsað tær at víst fram, ert tú altíð vælkomin at taka eina mynd av tí og senda myndina saman við eini frágreiðing til trubodin@mission.fo. Vit vilja við gleði vísa okkara lesarum tað. Tú kanst eisini bjóða mær at koma á vitjan við myndatólinum.