Kristin undir øktum trýsti

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í blaðnum hesaferð er árligi listin yvir lond, har kristin verða forfylgd, á ein ella annan hátt. Og skjótt verður varhugin váttaður, at trýstið á kristin kring stóran part av heiminum er øktur nógv. Lond, har forfylgingin ikki er minkað, verða kortini yvirhálað á listanum av øðrum londum, har forfylgingin er økt.

Endamálið við listanum frá felagsskapinum Open Doors er at gera almenningin varan við tann veruleika, sum milliónir av kristnum kring heimin dagliga liva í. Ein skuldi kanska hildið, at hetta ikki er so neyðugt longur, nú globaliseringin og digitaliseringin hevur gjørt allan heim til eina “globala bygd”, tí tíðindi úr øllum heiminum eru bert eitt klikk, á telduni ella telefonini, burtur.

Fjølmiðlar á okkara leiðum hava borið onkur slík tíðindi, men sum heild er lutfalsliga lítið fjølmiðla- og politiskt fokus á forfylgd kristin. Kanska kemst hetta av, at vesturlendingar sum heild aftra seg við at lýsa fólk út frá síni átrúnaðarligu sannføring (burtursæð frá tá onkur vegna átrúnað sín hevur gjørt seg inn á onnur). Í multikulturella samfelagnum er tað politiskt ókorrekt, og átrúnaður er jú eisini alt meira burturvístur til privatu sfæruna hjá fólki, tí hann hevur ikki so nógv at týða – halda mong verðslig fólk. Ein onnur – óváttað – grund tykist vera, at kristin í okkara parti av heiminum avgjørt ikki eru “darlings” hjá verðsligu fjølmiðlunum, helst vegna stríðið hjá mongum kristnum fyri siðbundnum virðum í etiskum spurningum, og at hetta gongur út yvir áhugan fyri kristnum í øðrum pørtum av heiminum. Um hetta so er rætt ella ikki, so fer nógv forfylging og ágangur fram í heiminum, júst eftir hvønn átrúnað fólk hoyra til.

Men óivað skulu kristnu Føroyar eisini venda eygunum inneftir, tí er bønin fyri teimum forfylgdu kristnu úti í heimi ein fastur partur av gudstænastum og møtum kring landið? Í kirkjubønini beint eftir prædiku? Ella í bønini, sum sunnukvøldsmøti í missións- og meinigheitshúsum vanliga enda við? Onkur hevur sagt, at ein gudstænasta ella eitt møti uttan forbøn fyri brøðrum/systrum kring heimin, sum verða forfylgd fyri sína trúgv, als ikki er ein gudstænasta ella eitt møti. Føstu bønarevnini í Guds húsi er í grundini fyrimynd fyri persónligu bønini hjá teimum, sum koma í kirkju ella á møti.

Fleiri bøkur í Nýggja Testamenti vórðu skrivaðar til kristin, sum kendu til at líða fyri sína trúgv. Tí verður lesarin eisini mintur á samkenslu við teimum, sum líða: “Minnist til teirra, sum fangar eru, sum vóru tit samfangar teirra; minnist til teirra, sum ilt líða, sum teir, ið eisini sjálvir eru í likami”. (Hebr 13,3)