Kristni einleikin

“Jesus segði: “Men eg biði ikki eina fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum fyri orð teirra fara at trúgva á meg, at teir allir mega vera eitt, at eins og tú, faðir, ert í mær, og eg eri í tær, teir eisini mega vera í okkum, til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg. Og dýrdina, sum tú hevur givið mær, havi eg givið teimum, til tess at teir mega vera eitt, eins og vit eru eitt, eg í teimum og tú í mær, til tess at teir mega vera fullkomiliga sameindir til eitt, til tess at heimurin má sanna, at tú hevur sent meg, og at tú hevur elskað teir, eins og tú hevur elskað meg. Faðir, eg vil, at teir, sum tú hevur givið mær, eisini skulu vera hjá mær, har sum eg eri, til tess at teir mega skoða dýrd mína, sum tú hevur givið mær; tí at tú hevur elskað meg, áðrenn heimurin var grundaður. Rættvísi faðir, og heimurin hevur ikki kent teg; men eg havi kent teg, og hesir hava sannað, at tú hevur sent meg. Og eg havi kunngjørt teimum navn títt og skal kunngera tað, til tess at kærleikin, sum tú hevur elskað meg við, skal vera í teimum og eg í teimum« (Jóh 17, 20-26).

 

Lad styrte alle vægge,
som skiller kristne ad!
Forener jer, I bække,
og glæder Herrens stad!
Forén dem, Helligånd!
Thi hjerterne, så mange
som ofre dig lovsange,
er bække i din hånd”
(Danska Sálmabókin 288)

Hetta ørindið úr sálminum ”Drag ind ad disse porte” setir orð á eitt høvuðsmál í dagsins teksti, tann kristna einleikan. Sálmurin lýsir kristin menniskju eins og løkir í Guds hond, og tað frøir Harran, tá ið hesir løkir renna saman. Hóast vit kanska eru ósamd í mongum, so kunnu vit kortini vera sameind sum Guds børn. Vit kunnu framvegis elska hvønn annan sum systkin í Harranum.

Men tann kristni einleikin er ikki einans týdningarmikil fyri innanhýsis felagsskapin og trivnaðin hjá teimum trúgvandi. Einleikin hevur eisini týdning fyri, hvussu tey vantrúgvandi síggja Jesus. Tí tann kristni einleikin og innanhýsis kærleikin eru ein góður vitnisburður fyri tey vantrúgvandi – ein vitnisburður, sum hjálpir teimum at skilja, at Gud veruliga hevur sent Jesus. Í einum øðrum sambandi gevur Jesus lærusveinunum (og okkum) eitt nýtt boð: ”Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan. Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan” (Jóh 13,34-35). Vit skulu ikki skilja tað soleiðis, at tað eru tann kristni einleikin og kærleikin, sum gera okkum til Jesu lærusveinar.  Heldur er tað soleiðis, at hóast vit eru kristin, og hóast Gud sendi okkum Jesus, so kemur heimurin til eina vánaliga niðurstøðu um okkum og okkara Frelsara vegna okkara innanhýsis ósemjur og kærleiksloysi. Samsvarið millum tann kristna einleikan og heimsins reaktión er týðandi í dagsins teksti. Tí vit síggja, at Jesus endurtekur sama setningin: ” … til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg” (ø 21), og ” … til tess at heimurin má sanna, at tú hevur sent meg” (ø 23). Í bók síni The Mark of the Christian lýsir Francis A. Schaeffer hetta sum ”the final apologetic” ella ”tann avgerandi umberingin fyri kristindómin”. Og Schaeffer tekur samanum og sigur, at vit ikki kunnu vænta, at heimurin skal trúgva, at Faðirin hevur sent Sonin, at tað, sum Jesus sigur, er sannleikin, og at kristnitrúgvin er sonn, uttan so at heimurin fær loyvi at síggja eitt sindur av tí kristna einleikanum. Í roynd og veru er hetta heimsmissión. Og í sambandi við heimsmissiónina eru kristni einleikin og kærleikin av alstórum týgningi. Tí tað er ein vitnisburður um Harran í kirkjuni. Einleiki okkara sigur sostatt heiminum, hvør okkara Harri er: at Gud hevur sent hann, og at hann er heimsins frelsari.

Jesu høvuðsprestabøn

Teksturin í dag er ein partur av síðstu bønini hjá Jesusi, eisini nevnd Jesu høvuðsprestabøn. Her biður Jesus fyri lærusveinum sínum. Fyrst biður hann fyri ápostlunum og síðan biður hann fyri øllum teimum, sum vegna orð teirra koma til trúgv á hann. Soleiðis verða vit eisini ein partur av Jesu forbøn. Hann biður fyri øllum sínum lærusveinum – eisini fyri tær og mær.

Jesus elskar okkum. Tað vísir Jesus eisini, tá ið hann biður til Gud og sigur: ”Faðir, eg vil, at teir, sum tú hevur givið mær, eisini skulu vera hjá mær, har sum eg eri” (Jóh 17,24). Jesusi leingist so inniliga eftir at vera saman við okkum. Hann vil hava ein ævigan felagsskap við okkum. Hann vil gera tað til veruleika, sum vit vórðu skapað til: at vera saman við Gudi. Ella sum Augustin sigur í játtanarskrivum sínum: ”Tú hevur skapað okkum til tín, og hjarta várt er óttafult, til tað hvílir hjá tær.” Jesus elskar okkum og vil geva okkum lut í Guds ævigu hvílu. Men hvussu fáa vit lut í hesi ævigu hvílu? Hesum spurningi svarar Jesus frammanundan í sama kapitlinum og í somu bønini: ”Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Gud, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist” (Jóh 17,3). Sostatt fæst ævigt lív við trúgv á hann, sum Gud sendi. Og júst tað er eisini grundin til, at hetta verður nevnt tvær ferðir í dagsins teksti: ”… til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg” (ø 21), ”… til tess at heimurin má sanna, at tú hevur sent meg (ø 23).

Holið, sum er formað sum Gud

Hóast vit kanska ikki eru eins sum kristin menniskju, so er tann kristni einleikin tó eyðkennið, sum Jesus hevur givið okkum. Tá ið vit hava einleikan sum eyðkennið, vísir hann seg sum ein sterkur vitnisburður fyri einum heimi, sum liggur í myrkri; einum heimi, sum hevur vent skapara sínum bakið. Men kortini eru øll menniskju skapað í Guds mynd. Hóast tað syndafalna menniskjað hevur vent Gudi bakið, so eru vit kortini skapað til at hava felagsskap við Gud. Øll menniskju hava so at siga eitt hol í hjartanum, sum er formað sum Gud – eitt tómrúm, sum einans Gud kann fylla. Og mong menniskju royna at fylla tómrúmið í hjartanum við øllum øðrum enn Gudi: pengum, kynslívi, valdi o.s.fr., men tað er einans Gud, sum kann fylla tað, tí Gud hevur skapað okkum til sín sjálvs. Hann hevur lagt ævinleikan í hjørtu okkara (Præd 3,11), og tí kann alt ríkidømi heimsins ikki fylla tann djúpa ævinleikalongsulin í hjartanum – tómrúmið – tað Gud-formaða holið. Tað kann einans Gud gera! Í stuttum eru vit sostatt skapað til at hava ævigan felagsskap við Gud. Og tá ið tann djúpi einleikin og innanhýsis kærleikin, sum sermerkja sambandið millum Faðir, Son og heilagan Anda, eisini sermerkja okkum trúgvandi, so eru vit Kristi góði angi í heiminum, so sum Paulus sigur (2 Kor 2,15). Tá verður okkara kristni einleiki ein sterkur vitnisburður fyri heiminum um, at her er talan um nakað heilt serstakt – nakað, sum ikki er av hesum heimi, ein guddómligur kærleiki, sum fyllir tann djúpa ævinleikalongsulin í hjartanum, tómrúmið, tað gud-formaða holið.

Einleiki, sum merkist

Eitt óloysiligt samband er millum tann kristna einleikan og heimsins niðurstøður um okkum og Frelsara okkara. Og her er talan um heilt praktisk mál. Tað er um ein einleika og kærleika, sum merkist. Til dømis førir hetta við sær, at eg fari til mín trúgvandi vin og biði um umbering, um eg havi gjørt okkurt skeivt móti honum ella havi elskað hann for lítið. Hetta ljóðar kanska einfalt, men kortini er hetta mátin til at endurnýggja sambandið millum mann og konu, foreldur og børn og millum systkin í Harranum. Um vit harafturímóti ikki vilja ganga henda vegin – einleikans, kærleikans og fyrigevingar vegin, ja, so kann heimurin eisini taka saman um og siga, at vit ikki eru trúgvandi, og at Jesus ikki er sendur av Gudi. Okkara kærleiksleysi liviháttur skapar eina frástøðu millum Jesus og tann heimin, sum hann er komin at bjarga. Men tað er ikki okkara kall! Tvørturímóti eru vit kallað at vera ein góður angi í heiminum. Ella sum Paulus sigur: ”Tí at vit eru Krists góði angi fyri Gudi millum teirra, sum verða frelst, og millum teirra, sum glatast” (2 Kor 2,15). Talan er sostatt um ein einleika og ein kærleika, sum merkjast – ein anga!

Vit eru sendiboð í Krists stað

”Practice what you preach” plaga vit at siga á enskum. Ein djúpur sannleiki liggur í hesum. Vit skulu sjálvi liva eftir tí, sum vit boða! Vit hava fingið ein boðskap at bera – gleðiboðskapin um Jesus Kristus. Og tað er júst í ljósinum av gleðiboðskapinum, at vit hava skilt, at Gud sendi Jesus sum heimsins frelsara. Hetta ljósið eru vit nú kallað at bera við okkum út í heimin – ljós gleðiboðskaparins. Vit eru sendiboð í Krists stað (2 Kor 5,20). Ella sum Jesus sjálvur sigur tað í bøn síni: ”Eins og tú hevur sent meg í heimin, soleiðis havi eg eisini sent teir í heimin” (Jóh 17,18). Eins og Jesus var í heiminum, men ikki av heiminum, eru lærusveinarnir nú eisini í heiminum, men ikki av heiminum. Við øðrum orðum: hóast vit eru í heiminum, so er heimurin tó ikki í okkum. Við trúnni og dópinum hevur Gud fríað okkum frá myrkursins valdi og flutt okkum inn í ríki elskaða sonar síns (Kol 1,13). Við trúnni á Jesus er sostatt ein andlig bústaðarbroyting í lívi okkara. Vit eru ikki longur av hesum heimi. Vit eru nú Guds børn, og vit hoyra til Guds ríki. Sostatt eru vit eisini umboð fyri Gud og ríki hansara í hesum heimi. Men vit vita, hvussu heimurin tók ímóti Frelsaranum. Ikki langa tíð eftir lovsangin og hosianna-rópini Pálmasunnudag broyttist tónalagið stórliga: ”Burtur, burtur við honum! Krossfest hann!” (Jóh 19,15). Sum sagt, so hevur heimurin vent Gudi bakið. Hann vil einki hava við Gud at gera. ”Burtur, burtur við honum!” rópar heimurin. Og tá ið heimurin fór soleiðis við Jesusi, so kunnu lærusveinarnir eisini vænta, at teir fáa líknandi viðferð. Eins og heimurin hataði Jesus og orð hansara, so hatar heimurin eisini lærusveinarnar og orð teirra. Men hóast hetta biður Jesus ikki Faðirin um at taka ápostlarnar úr hesum heimi, tí teir og vit eru júst kallað til at vera í heiminum – at vera Kristi góði angi í heiminum. Hóast heimurin hevur vent Gudi bakið, so hevur Gud tó ikki vent heiminum bakið – als ikki! Tí Guds missión er heimsmissión! ”Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3,16). Ja, Gud elskar heimin. Hann elskar sítt skapanarverk. Hann gevur okkum tað, sum hann skapaði okkum til: felagsskap við Gud – ævigt lív!

Endi

Í høvuðsprestabøn síni biður Jesus fyri okkum, sum eru í heiminum, men sum ikki eru av heiminum. Hann biður fyri okkara vitnisburði í hesum heimi – hin kristiligi einleikin og kærleikin. Tá ið hetta er okkara veruleiki, so er tað eisini ein sterkur vitnisburður fyri tí heimi, sum Gud so fegin vil bjarga: ”… til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg” (Jóh 17,21), ”… til tess at heimurin má sanna, at tú hevur sent meg” (Jóh 17,23), sigur Jesus. Okkara kristni einleiki og kærleiki hava sostatt eitt endamál har, sum vit eru. Hvat er endamálið? Tað er at tæna vilja Guds við øllum menniskjum. At tæna heimsmissiónini, so at øll menniskju skulu koma at kenna Gud og hann, sum Gud sendi, Jesus Kristus, heimsins frelsara. Við at kenna Hann eiga menniskju ævigt lív. Latið okkum tí við okkara sjónliga einleika og kærleika breiða boðskapin um Jesus út, so heimurin kemur at kenna hann!

Lad styrte alle vægge,
som skiller kristne ad!
Forener jer, I bække,
og glæder Herrens stad!
Forén dem, Helligånd! 
Thi hjerterne, så mange
som ofre dig lovsange,
er bække i din hånd” 
(Danska Sálsmabókin 288)

Í hesum videobrotinum gevur J. I. Packer eisini eina frálíka lýsing av, hvat kristin einleiki er

Skrivað hevur Jonhard Jógvansson
Simona Johannesen, umsetti