Kristni felagsskapurin sum mótmentan
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Vit hava ongantíð havt so nógv samband hvør við annan – og ongantíð kent okkum so einsamøll sum nú. Telefonirnar geva ljóð og ljós frá sær allan dagin, meðan vit glíða framvið hvørjum øðrum í talgildum streymum, har nærleiki ofta verður skiftur út við fráboðanir.
Vit eru knýtt saman upp á ymiskar mátar, men alt ov ofta sakna vit tann felagsskapin, har vit veruliga hoyra til. Har vit ikki skulu prógva nakað fyri at verða við. Har vit verða møtt – eisini tá ið vit ikki hava tamarhald á øllum. Meðan netverk av sambondum avloysa vinarbondini frá gomlum døgum, og sjálvsmenning gerst týdningarmiklari enn felagsábyrgd, mugu vit spyrja okkum sjálvi: Hvat er tað, vit hava mist?
Vit liva í eini sundurpettaðari tíð. Algoritmur skapa ekkókømur. Sosialir miðlar løna hvøssum útsagnum heldur enn opnum spurningum. Felagsskapir gerast óstøðugir, tí teir byggja á smak og áhuga heldur enn trúfesti. Tað ger tað torførari at hoyra til – og torførari at verða verandi, tá ið okkurt gerst trupult. Sjálvt í kirkjuligum samanhangum merkja vit hesa mentan: Vit koma, tá ið tað gevur meining. Vit halda okkum burtur, tá ið tað gerst trupult.
Men hvat um kristni felagsskapurin júst er kallaður at vera nakað annað? Ein mótmentan. Eitt stað, har vit ikki verða máld eftir førleikum, avrikum ella sjálvsmynd – men har vit verða máld í náði. Har felagsskapur ikki er eitt val, vit taka, men ein gáva, vit hava fingið. Har veikleiki ikki er ein veikleiki, men ein fortreyt fyri sonnum kærleika. Har fyrigeving og ábyrgd ikki eru mótsetningar, men tvær síður av sama kalli.
Skapt til felagsskap
Um vit veruliga trúgva, at vit eru skapt – og ikki bert úrslit av lívfrøðiligari tilvild – so má tað eisini merkja, at sambond okkara ikki eru tilvildarlig. Um so er, eru vit skapt at hoyra til. Ikki bara fyri at fáa okkurt burturúr – men tí at felagsskapur í sær sjálvum er ein partur av endamáli okkara. Kanska merkja vit ein djúpan longsul eftir veruligum og ærligum sambondum, tí tað júst er ein av teimum mest grundleggjandi sannleikunum um at vera skaptur í Guds mynd.
Bíbliunnar boðskapur er, at tað týdningarmesta í lívinum er at elska Gud og elska næsta okkara. Á hesum báðum boðum hongur alt annað (Matt 22,37–40). Hetta er ikki bara ein etisk meginregla – tað er ein andalig grundlóg. Tað er tí, vit merkja tómleikan, tá ið vit verða avbyrgd. Tað er tí, vit leingjast, tá ið vit standa uttanfyri. Tí vit eru ikki skapt at klára okkum sjálvi. Vit eru skapt til kærleika.
Men vit spegla okkum ofta í tí skeiva. Sosialir miðlar og mentanin við sjálvsoptimering hava skapt spegl, har vit bara síggja brotpetti av veruleikanum – og av okkum sjálvum.
Amerikanski moralgranskarin, Jonathan Haidt, sigur at hin støðuga samanberingin á sosialum miðlum skapar eitt ómøguligt fullkomileikakrav, sum førir til mistreysti og ótta.
Tá ið vit alla tíðina síggja okkum sjálvi í einum skeiklaðum spegli, missa vit førleikan at síggja, hvørji vit eru – og hvørji hini eru.
Eitt annað stað at hoyra til
Kristni felagsskapurin bjóðar eitt annað spegl – ikki bara fyri sjálvsfatan okkara, men fyri máta okkara at síggja hvønn annan. Her mugu vit við Guds eygum síggja tann troytta, tann særda, tann trupla, tann øðrvísi. Her eru vit ikki sameind av avrikum, men av náði. Ikki útvald av hvørjum øðrum, men kallað saman av Gudi.
Kristni felagsskapurin er ikki nakað, vit seta saman – tað er nakað, Gud hevur skapt. Hann reisir seg í Kristusi, verður borin av hansara Anda og livir av hansara náði.
Tað er ikki eitt stað, har vit fáa alt, sum vit vilja – men har vit fáa loyvi at hoyra til, eisini tá ið vit ikki eydnast. Her mugu vit viðganga, stuðla, fyrigeva og lata okkum forma av hvørjum øðrum. Her fáa vit ikki bara loyvi at vera tey, vit eru – men vit fáa loyvi at vaksa saman í Kristusi.
Kristni felagsskapurin er ikki fullkomin. Men hann er veruligur. Og kanska er tað júst í tí ófullkomna, at hann verður heilagur:
- Tá ið vit velja hvønn annan – eisini tá ið tað gerst trupult.
- Tá ið vit síggja – ikki bara okkum sjálvi, men hvønn annan.
- Tá ið vit bera – ikki av skyldu, men í kærleika.
Og kanska er tað júst her, at vit hava nakað at geva hesum heimi, sum leingist eftir sambandi, men óttast at vera bundin.
Um vit tora at vera felagsskapur á henda hátt – ærligt, bindandi, náðifult – so verður felagsskapurin ikki bara eitt friðskjól, men ein heilag oasa í eini oyðimørk, sum er merkt av netverkum uttan veruligan felagsskap. So kann felagsskapurin gerast ein vón mitt í einseminum – eitt stað, har ein kelda av livandi vatni rennur.