Kristus hevur sigrað

Reiðmaðurin á hvíta hestinum í Opinberingini 19,11–21 er uttan iva sjálvur Jesus.

Navn hansara er “Guds orð” (v. 13), júst sum Jesus verður lýstur í Jóhannes 1,1; “herliðini á himni fylgdu honum (v. 14); og hann stýrir við jarnstong (v. 15), sum fyriboðað er um Guds Son í Sálmi 2,9.

Munurin er stórur millum tann Jesus, sum vit síggja her, og tann Jesus, sum vit lesa um í evangeliunum. Í evangeliunum er Jesus fyri tað mesta ein vanligur maður. Hann sigur og ger mangan nakað óvanligt, men hann trívist millum vanliga fólkið – og tey trívast eisini saman við honum. Hann hevur ein serligan myndugleika. Eingin vinnur á honum í orðaskifti ella mótstøðu. Kortini er hann menniskjaligur. Í krossfestingini og deyða sínum sýnir hann veikleika og pínu.

Í Opinberingini 19 er hann heilt øðrvísi. Her er hann ein sterkur leiðari og heryvirmaður, sum fer í bardaga móti øllum óndskapinum í heiminum  – og hann vinnur sigur. Upprisni og upphevjaði Jesus Kristus er ein sigurskongur.

LES EISINI  Sannleikans Andi

Tað er lætt at skilja, hví teir fyrstu lesararnir hjá Jóhannesi høvdu tørv á at síggja Jesus. Tey vóru fá, kúgað og helst eisini strongd. Tá ið vit sjálvi eru í torførum støðum í lívinum, finna vit mangan troyst í tí, at Jesus hevur gingið undan okkum, og at hann kennir pínu og sorg okkara.

Men stundum hava vit eisini tørv á at vita, at vit fara at vinna sigur, og at ein ósigraður Kristus er á okkara síðu.

Søgurnar um „menniskjaliga“ Jesus eru sera dýrabarar, og vit skulu varðveita tær í hjørtum okkara. Men Opinberingin lyftir slørið og letur okkum síggja ein “øðrvísi” Jesus.” Hann er: “Kongur konganna og drottur drotta“ (v. 16).

Hann stríðist fyri okkum, tí hava Guds børn einki at óttast og at stúra fyri.

Kristus hevur sigrað!!!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina