Krossurin er mætasta prýði í kirkjum okkara

Hann stendur aloftast beint uppi yvir altarinum, og hetta sigur okkum, at hann er miðdepilin í øllum kirkjulívi okkara.

Kjarnin í evangeliinum er eisini: Jesus Kristus er krossfestur og upprisin, og einki útum hetta. Krossur Krists er heimsins einasta vón.

Soleiðis sum krossur Harrans ger vart við seg har innast í kórinum, beinanvegin sum tú stígur inn um kirkjugátt, minnir hann teg á Harrans stóru offurgerð í okkara stað eina ferð burturav.

Krossurin er eitt talandi merki um Harrans sáttargerð, at hann í deyðans døpru stund tømdi Guds vreiði skál fyri okkum, og Gud afturfyri kundi verða mildur og náðiríkur og miskunnsamur móti okkum, tá ið vit í anguri og bót koma og falla á knæ á tí heilaga staði, har ið krossurin hevur seg upp sum ein varði, ið vísir móti himli.

Hvørja ferð vit koma saman til bønarhalds í Harrans húsi, so minnir krossurin okkum á, at Harrin Jesus hevur eina bøn til okkara: Fylgið mær eftir í lýdni og trúgv.

Avnokta lív títt, so sum hann gjørdi tað. Avnokta tína syndamerktu náttúru og vanhalgaða vilja. Krossin mást tú bera í fráhaldi og bønarinnar samlívi við Harranum, annars kanst tú ikki vera lærusveinur hansara.

LES EISINI  Krossurin - ímyndin av kristindóminum.

Krossurin er ikki bert prýði í kirkjum okkara, og líka so lítið er hann bert prýði hjá okkara smáu skírnarbørnum og hjá konfirmantum okkara.

O, nei, bert tú krossin, sum Harrin hevur ætlað tær, og tú gert tað eftir Harrans mynduga orðið, so skal krossurin bera teg, tí at krossurin merkir frelsa frá synd, deyða og djevuli, hann ger teg fullvísan í, at tann leiðin, sum Harrin gekk, er gongd.

Harrin gekk undan, og vit fylgja aftaná við Harrans egnu uppreisnarmegi.

Brot úr bókini: Føstulestrar.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina