KUMPAS – til tín tannáring
Í fleiri ár hevur Heimamissiónsforlagið givið út bíbliulesiætlan fyri ung við heitinum Kumpas.
Kumpas er ætlað 13-19 ára gomlum, og endamálið er at stuðla teimum ungu at lesa fast í Bíbliuni og at skilja tað, sum tey lesa.
Hvønn dag er ein stuttur bíbliutekstur at lesa og síðani ein stutt frágreiðing við einari avbjóðing ella spurningi, alt serliga vent til ung.
Her ber til at lesa meira og at tekna seg sum haldara.
.