Landsstevnan hjá sjómanskvinnuringunum 2026
Síðani 1957 hava sjómanskvinnuringarnir havt árliga stevnu um várið, burtursæð frá koronuárunum, tá ikki bar til at savnast.
Stevnan hevur verið eitt vikuskifti, og var mongu fyrstu árini á Sjómansheiminum í Havn. Eftir at Runavíkar sjómansheim varð bygt í 1970, varð bjóða til stevnu har í 1972. Eftir tað skifti stevnan millum Havnina og Runavík, til hon í 1998 flutti til Leguhúsið í Nesvík, og har hevur hon verið síðani.
Aftur í ár bjóðar Sjómansmissiónin til Landsstevnu í Leguhúsinum í Nesvík.
Síðstu árini eru tað fleiri og fleiri kvinnur sum “bara” koma leygardagin. Síðsta ár vóru 55 fríggjadagin og 45 sunnudagin, meðan 160 vóru leygardagin. At flestu kvinnurnar velja leygardagin, hevur verið ein gongd síðstu árini.
Nevndin fyri Sjómansmissiónina hevur tosað um hesa gongdin í nøkur ár. Spurningar sum, skal stevnan vera eitt vikuskifti, fríggjadag og leygardag ella bara leygardag, hava verið uppi og vent fleiri ferðir.
Hetta var eisini nevnt á stevnuni í fjør, og á leiðarafundinum í septembur.
Sjómanskvinnuringar í útjaðaranum eru eisini spurdir um hetta, og svarið er greitt. Tí hevur nevndin gjørt av, at stevnan í ár verður leygardagin, flaggdagin, 25. apríl, frá kl. 09.00– til kl. 20.00.
Byrja verður við góðum morgunmati kl. 09.00. Síðani verður bíbliutími og áhugatími á skránni. Kl. 13.00 verður miðmál og kl.15.00 medarbeiðarafundur. Kl.18.00 verður góður døgurði.
Umleið kl. 19.00 verður drekkamuður, Guds orð, sangur, lutaseðlar trektir og endi. Ætlanin er, at vera liðug umleið kl. 20.00, so suðuroyingar klára Smyril kl. 21.15.
Suðuroyingar, sum koma til stevnuna, kunnu gista í Leguhúsinum leygarnáttina fyri serprís.
Skrá verður send seinni við kunning um dagin, prís og tilmelding.
Allar kvinnur eru vælkomnar á Landsstevnu hjá Føroysku sjómansmissiónini í Leguhúsinum í Nesvík leygardagin 25. apríl 2026.
Torleif Johannesen
