Langafríggjadagur: Bjargingin er fullgjørd, tí Kristus doyði fyri meg!
Langafríggjadagur er saman við páskadegi miðdepilin í heimssøguni! Mitt millum syndafallið øðrumegin og endurskapanina hinumegin reisir ein einsamallur krossur seg upp, á eini høvd uttanfyri Jerusalem ein heilt ávísan fríggjadag fyri smáum 2.000 árum síðani. Longsti fríggjadagur í heimssøguni. Í øllum førum fyri týdningarmesta menniskja í heimssøguni.
Hvat er so serligt?
Tað ótrúliga er ikki, at ein sakleysur líðir og doyr. Tað hevur heimurin sæð so mangan. Tað ótrúliga er, at ein fullkomin og reinur maður – einasti í heimssøguni – sjálvboðin tekur á seg ábyrgdina fyri syndirnar hjá øllum hinum. Hjá okkum skitnu syndarum. Og tað av berum kærleika. Sum Paulus fá ár seinni greiðir rómverjum frá, sýnir Gud kærleika sín til okkara júst á henda hátt – við at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar, gudleys, hansara fíggindar (Róm 5,6-10). Tað hevur heimurin ongantíð sæð áður. Tí hann átók sær at bøta fyri allar heimsins syndir. At ofra seg sjálvan sum loysigjald fyri okkum og á tann hátt gera okkum sátt við Gud og Gud við okkum. Mót hesum ófatiliga kærleika verða øll okkara orð og yrkingar um kærleika fullkomiliga til skammar. Mót hesum rópi frá Gudi: “Eg elski teg, syndari! Ja, júst teg!”
Hví doyði Jesus?
Tá vit spyrja evangelistarnar, hví Jesus doyði, fáa vit tvey høvuðssvar. Eitt einfalt svar og eitt, sum vit ongantíð kunnu skilja til fulnar.
Tað fyrra svarið er, at Kristus varð dripin. Hitt svarið er, at Kristus sjálvur gav sítt lív.
At Jesus varð tikin av døgum av sínum fíggindum, skilja øll. Søguligu upplýsingarnir eru greiðir. Jesus varð dømdur og avrættaður við krossfesting, soleiðis sum rómverjar gjørdu við flýddar trælir, grovar brotsmenn og uppreistrarmenn.
Í stuttum leggja evangeliini skuldina fyri Kristi deyða á tríggjar persónar: Pilatus, Kaifas og Judas.
Pilatus
Rómverski landshøvdingin Pilatus var sannførdur um, at Jesus var ósekur. Hann sigur hetta alment tríggjar ferðir og roynir at sleppa undan at døma Jesus. Fyrst roynir hann at tveita sakina yvir á Heródes kong. Síðani letur hann Jesus húðfleingja fyri at metta blóðtostan hjá uppøstu mannamúgvuni. At enda vónar hann, at fólkið í samkenslu heldur vil geva Jesusi grið enn ráns- og drápsmanninum, Barabbasi. Men einki av hesum eydnast, og Pilatus má eftirlíka uppøsta fólkinum; “róp teirra vórðu við yvirlutan”! (Luk 23,23)
Pilatus royndi at vaska sær um hendurnar, men heldur ikki hetta eydnast honum, tí navn hansara er skrivað í heimssøguna fyri júst hetta svik.
Tó, áðrenn vit døma Pilatus: Munnu vit ikki eisini onkuntíð vaska okkara hendur og snúgva okkum undan tí ábyrgd, sum er okkara?
Kaifas
Høvuðspresturin Kaifas gav Jesus upp í hendurnar á Pilatusi. Kaifas og alt ráðið og eitt uppøst fólk. Um øll hesi sigur Pætur seinni: ”Lívsins høvdinga tóku tit av lívi!” (Áps 3,15) Grundirnar til fíggindskap teirra vóru eyðsæddar. Jesus útfordraði teir etableraðu. Hann steig fram sum rabbi, uttan at ganga um røttu dyrnar. Hann provokeraði. Hann festaði, heldur enn at fasta. Hann vanhalgaði hvíludagin við at gera væl. Hann át saman við tollarum og syndarum. Og ikki minst fanst hann hvassliga at andligu leiðarunum.
Men djúpasta grundin til, at teir vildu av við Jesus, var øvund (Matt 27,18).
Jesus var so reinur og ektaður! Hann var ein hóttan móti teirra prestigu, teirra taki á fólki, ja, teirra sjálvsáliti og sjálvsvirðing.
Tó, áðrenn vit døma Kaifas: Hava vit ikki eisini onkuntíð hug til at ”sleppa av við” Jesus, tí hann gongur okkum ov nær við sínum krøvum um, hvussu vit eiga at liva og gera?
Judas
Judas var ein av lærusveinum Jesusar, men sveik hann og gav hann upp í hendurnar á prestunum, fyri nakrar krónur. Og navn hansara hevur líka síðani havt merkingina ’svíkjari’!
Judas er ein gáta.
Víst stóð í Skriftini, at Kristus skuldi verða svikin, men tað stóð ongastaðni, at Judas skuldi gera tað.
Víst var Judas undir serligari ávirkan frá djevlinum, men hví lat hann upp fyri hesum? Jóhannes greiðir frá, at Judas hevði kærleika til pengar (Jóh 12,6). Og fall nú ikki fyri freistingini at hugsa, at Judas er eitt eindømi. Ikki uttan grund ávara Jesus og ápostlarnir ferð eftir ferð móti kærleika til pengar. Tað er ómøguligt at tæna bæði Gudi og Mammon. Judas valdi Mammon, mong onnur hava gjørt tað sama.
Jesus doyði fyri okkum
Pilatus, Kaifas og Judas høvdu ábyrgd fyri Jesu deyða. Men eitt nógv djúpari svar liggur aftanfyri frágreiðingarnar í evangeliunum og skínir ígjøgnum øll brøvini hjá ápostlunum: At Jesus doyði av egnum vilja, tí at hann gav sítt lív, fyri alla mannaættina!
Sama orðið, sum verður nýtt um Pilatus, Kaifas og Judas, “at geva upp í hendur á øðrum”, verður eisini nýtt um Jesus sjálvan: Jesus gav seg sjálvan upp í hendurnar á teimum, sum drupu hann!
Tí hann elskar okkum og gav seg sjálvan upp fyri syndir okkara!
Ja, tað løgna er, at tað í veruleikanum var Faðirin sjálvur, sum gav son sín fyri øll: ”Hann spardi ikki sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll” (Róm 8,32). ”Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna” (Jóh 3,16). Hetta er seinna og nógv djúpara svarið, hví Jesus doyði: Gud Faðir sjálvur ofraði egna son sín, av óendaligum kærleika til okkum syndarar! Jesus gav sjálvboðin seg sjálvan!
Tað er sostatt beinleiðis samanhangur millum mína synd og Jesu deyða!
Í grundini mugu vit ásanna, at vit – við okkara synd – vóru við til taka Jesus av døgum.
Sum gamli gospelsangurin sigur, vóru vit til staðar, tá teir krossfestu Harra okkara. Ikki bert sum áskoðarar, men sum virknir og sekir luttakarar! Tí har fekk synd mín og tín sín rætta dóm! Og tað nyttar okkum einki at royna at vaska hendur.
Tí rópti Jesus á krossinum: “Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær?” Tí tað er rætta revsingin fyri mína og tína synd. Men so veit eg eisini fyri vist, at hann ongantíð skal fara frá okkum! Tí Jesus tók allan dóm okkara á seg! Fult og heilt! Og bjargingarverkið er fullgjørt!
Hesum veruleika kann eg hvíla í! Hann gjørdi tað alt fyri meg! Fyri at eg skal sleppa undan! Og vera fríur og frælsur! Nú og um allar ævir!
Gud havi æviga lov fyri tað, Gud Faðir, Sonur og Heilagi Andi! Eg skilji als ikki hetta djúpa undur og loyndarmál! Men hjálp mær, Gud, at trúgva tí!