Lat hurðar upp, ger borglið breið – í missiónshúsinum

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tað eru rembingartíðir allastaðni kring okkum, og eisini í missiónsarbeiðinum hjá okkum henda broytingar. Hóast tað blómar onkustaðni, er tað ein avbjóðing fleiri staðni, at færri koma saman til tiltøk í missións- ella meinigheitshúsinum enn áður. Eitt sindur fýrakantað sagt hevur alsamt sterkara individualisman við sær, at ein ikki hoyrir til í einum stað longur, men heldur tekur støðu til eitt og eitt tiltak, um tað kennist viðkomandi fyri meg júst í dag.

Í hesum samanhangi var tað lívgandi og gleðiligt at hoyra formenn og næstformenn (m/k) fyri staðbundnu arbeiðini (missiónshús og meinigheitshús) ymsastaðni kring landið siga frá nýggjum hugskotum, sum annaðhvørt eru sett í verk ella verða fyrireikað. Hetta var á sonevnda formansfundinum í síðstu viku. Viljin at hugsa nýtt fyri at røkka nútíðar føroyinginum við boðskapinum er ikki burtur.

Eitt átak, sum fleiri staðbundin arbeiði eru farin í holt við, er at gera nátturða til bygdarfólkið. Hetta hava summar fríkirkjur og samkomur eisini roynt, og vit kunnu nevna skrúvugudstænastur í fleiri kirkjum í sama viðfangi. Konseptini eru eitt sindur ymisk á ymsu støðunum, men eitt felags mál er so einfalt sum tað at lata hurðarnar upp fyri bygdarfólkinum, samstundis sum tey fáa ein góðan boðskap at hoyra.

Ein kann kanska spyrja kritiskt, um hetta nú er neyðugt í einum so ríkum landi, um tað nú koma fleiri til meira siðbundnu tiltøkini í húsinum av hesum, ella um tað andliga innihaldið ikki fyllir í so lítið. Men tað, sum er gott, er gott! Og tá veruleikin er, at vaksandi partur av bygdarfólkinum ikki kennir okkara hús, er tað betri at viðurkenna tað enn at lata sum einki. Rákið at flyta sunnudagsskúlan úr missiónshúsinum í kirkjuna ger ikki avbjóðingina minni fyri missiónshúsið í hesum føri.

Hesi nýggju tiltøk við stórum máltíðum koma ikki í staðin fyri siðbundnu tiltøkini. Ikki enn ið hvussu er. Og eru vit ein livandi rørsla, eru vit alla tíðina í rørslu fyri at fremja tað endamálið, ið knýtir okkum saman hóast allar aðrar ymiskleikar. Neyðugt er støðugt at endurskoða tiltøk og arbeiðshættir. Ikki bert broyta fyri at broyta, men tó hava neyðuga dirvið til broytingar og tillagingar, tá ið tað tænir endamálinum.

At tað “nýggja” í hesum samanhangi júst er felagsmáltíðin er í grundini hugvekjandi. Tí fleiri av kendastu hendingunum í evangeliunum fóru fram, meðan Jesus var til borðs saman við øðrum. Har undirvísti hann vinum og øðrum áhugaðum, har sýndi hann syndarum miskunn, og har kjakaðist hann við mótstøðumenn. Jesus samanbar eisini Guds ríki við eitt brúdleyps(borð)hald.

Enn í dag fer ein týðandi partur av samskiftinum millum menniskju fram við borðið. Tí er hetta altíð eitt gott stað at møta menniskjum, skipað ella spontant. Vit síggja fram til fleiri nýggj hugskot næstu árini, bæði við borðið og aðrastaðni.