Lat tann serkøna gera sítt arbeiði

Jútta Gunnarsdóttir Reynslág

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Skúlasummarfrítíðin er byrjað! Longsti dagur er júst farin afturum bak! Royndir og próvtøkur eru lidnar! Vit síggja nógvar smílandi, nýklaktar pisur við sínum vøkru húgvum á høvdinum. Onnur yngri kenna seg lættan, liðug við fólkaskúlan. Og tey yngstu eru full av lívi, glað um at sleppa av skúlabonki hesa ljósu ársins tíð. Komin gjøgnum ársætlanir og próvtøkur kenna lærarar, at nú fór luftin veruliga úr ballónini og gleða seg til hvíld fyri framman næstu vikurnar. Sum fólkaskúlalærari er hetta kenslan, eg havi ár undan ári hesa somu tíð. Og er hetta ein fantastisk tíð!

Í skúlanum

Síðsti mánaðurin undan summarfrítíðini er ofta rokutur. Summir lærarar eru upptiknir av próvtøkum og summir av seturskúlum og útferðum. Leiðslan hevur úr at gera at skipa starvsfólkið, so allir postar eru dekkaðir. Hetta er ikki smávegis putlispæl. Men rættiliga ofta hoyra vit hesar síðstu arbeiðsvikurnar, at ”í skúlanum gera tey bara sovorðið fjas!” Hmmm, ja, soleiðis kann tað kanska tykjast fyri summi! Skúlagongd eigur at ganga fyri seg á skúlabonki í skúlastovuni við bók í hendi. Tað er ein hugburður!

Skúlavikurnar beint undan summarfrítíðini eru gull verdar! Við øðrvísi tímatalvu er møguleiki at fordjúpa seg í læring, har tíðin er drúgvari. Møguleikin fyri jørðvísi læruhættum, tilfari og ikki minst uttandura tilfeinginum gevur fantastiskar løtur fyri næmingin og saman við næmingunum. Tey lítið-bókligu blóma upp, har tey kenna seg eiga heimin rundan um seg og súgva vitan í seg og geva frá sær, sum tey ongantíð uppliva inni í skúlastovuni. Seturskúlar og dagsferðir knýta fastari sambond millum vinir, eru lopfjøl til at styrkja sjálvsvirði og búning næminganna. Seinastu skúlavikurnar eru sum sjokolátasósin oman á dessertini.

Hví er tað so, eg hugleiði um hesi tingini? Hetta er jú ikki skúlablaðið. Men man hugleiðir nú einaferð um tað, man er upptikin av. Hesin setningurin, sum nógvir lærarar við mær, hava hoyrt so ofta, ”tey gera bara sovorðið fjas,” sigur mær bara, at ”tey” hava ikki ánilsi av, hvat tey tosa um!

Á sama hátt er tað við tí andaliga virkseminum. Ymisku ættarliðini hava hvør sína áskoðan á, hvat er eitt gott møti, hvat er ein góð tala ella hvat er góður sangur og tónleikur. Tíðirnar eru broyttar, fólk flyta seg og tørvurin er ikki tann sami. Men onkursvegna tykist tað trupult hjá ættarliðunum at skilja og góðtaka hvønn tørv og hvat fellur í hugan hjá hvør øðrum. Setningar sum hesir verða javnan havdir á lofti sum, at tey yngru hava meira lættisoppakendar sangir, møtini hava ikki nóg nógv kjøt á, tey møta bert upp, tá tað er okkurt ”hugnaligt” ella ”lívligt” á skrá. Men tá tað harafturímóti er ein trivalig tala, nakrir langir vitnisburðir og ordiliga missiónssangir, tá verður ikki møtt líka væl upp. Hetta upplivi eg innímillum. 

Í missiónshúsinum

Tá ungdómsmøti eru á skrá til stór tiltøk, eru tey eldru ikki altíð so góð til at møta upp og stuðla teimum yngru. ”Nei, har er ov nógvur larmur, eingin rættilig tala, tey syngja lovsangir upp í saman. So hatta er ikki nakað fyri meg”. Hinvegin eru tey ofta skjót at spyrja, hvar ungdómurin er til vanligu ”vaksnamannamøtini”. Tey yngru halda seg eisini ofta burtur frá ”vaksnamannamøtunum”, tí tað fellur teimum ov tungt.

Tað sigur seg sjálvt, at ung og eldri, verða ikki gripin av tí sama. Børn hava ikki eins góð evni innan lærugreinar. Onkur er matematikari, onkur annar er málsligur, ein triði ítrottarfólk, ein fjórði er handaligur, meðan ein fimti er náttúrufrøðingur. Vit læra øll ymiskt, og Guð røkkur okkum á ymsan hátt. Tað, sum talar til mín, talar kanska ikki til tín. Tí skulu vit vera varin við at døma um, hvørt tað er lítið kjøt á andaligu føðini hjá hvør øðrum. Lat tann serkøna um tað. Hann veit, hvat er best fyri tann einstaka. Onkur dámar betur nógvan grønan kost, meðan onnur ikki kunnu liva uttan epli og sós.

Fjølbroytni

Vit skulu hava fjølbroytni! Tí vit taka ímóti fjølbroytt. Vit skulu lata vera við at døma um, hvat onnur fáa burturúr og hvat er gevandi fyri tey. Vit skulu lata vera við at breiða okkum út um nakað, vit ikki hava innlit í. Vit eiga heldur at stuðla undir hvønn annan og gleðast um, at vit eru so ymisk og at man hóast alt møtir upp. Tí hugsa tær, um vit øll hildu við sama liði og lurtaðu eftir sama sangi. Hvat skuldu vit so fortalt og prátað um?

Tað, sum er góður kostur fyri meg, er ikki neyðugt sami góði kostur fyri teg! Lat okkum seta okkara álit á tað arbeiðið, Guð ger í okkum!