Legusangurin 2025

Sum siður hevur verið, er legusangur til allar summarlegurnar hjá Heimamissiónini.

Hesaferð er heitið á legunum “Send meg – her eri eg”, og tað er eisini heitið á legusanginum í ár.

Tað er Hallgerð Brim, ið hevur yrkt og gjørt lagið til sangin.

Í videobrotinum niðanfyri síggja og hoyra vit børnini á fyrstu leguni í Nesvík syngja legusangin 2025.

1. Guð sendi Jónas til Nineve.
Ei vildi fara – burt fjaldi seg.
Ein størri ætlan var við honum henda dag:
At bera boðini. At enda segði: “Ja”.

    Niðurlag:
    Send meg – her eri eg!
    Til reiðar at fara allan veg.
    Send meg – her eri eg!
    Leið meg og ver tú mær nær.
    Lív mítt tað gevi eg tær.

    2. Guð valdi Ráhab at tæna sær.
    Á Harran trúði – og bjargað varð.
    Ein størri ætlan var við henni henda dag:
    At hjálpa fólki Guðs at vinna nýggjan stað.

      Send meg – her eri eg!…

      LES EISINI  Kom við á Simba summarlegu

      3. Mong leita víða, ei finna svar.
      Man næstin bíða júst eftir mær?
      Ein størri ætlan er við okkum enn í dag:
      At boða Jesu navn! Av hjarta syngja glað:

        Send meg – her eri eg!…

        Hoyr sangin her…

        Spurningar
        Í løtuni eru ikki spurningar til greinina