Leiðsluráðstevna 2023 fyri stýrislimir

Dýrabiðidagsvikuskifti, 4. – 6. mai, verður leiðsluráðstevna fyri stýrislimir í missións- og meinigheitshúsum. Stevnan verður í Leguhúsinum í Nesvík.
Høvuðsundirvísari verður fyrrverandi lærari á Børkop Højskole, Sprint Aagaard Korsholm. Hann fer m.a. at undirvísa um motiverandi leiðslu.
Umframt góða undirvísing, so verður eisini góður matur og góður felagsskapur á skránni.

Hetta er ein góður møguleiki hjá stýrislimum at vera saman sum stýri, og brúka tíð saman við øðrum, sum sita í sama kalli.

Kostnaður og tilmelding:

Skeiðið kostar 995 kr. fyri hvønn.
Tilmelding fer fram við at ringja til skrivstovuna í Nesvík (470000) ella við at senda ein teldupost til info@mission.fo
Tilmeldingarfreist er hósdagin 27. apríl. Vinarliga upplýsi, hvussu nógv tit vera úr hvørjum stýri.

Meira kunning kemur út í næstum, men setið endiliga longu nú kross í kalendaran til nakrar góðar og gevandi dagar.

LES EISINI  Bert tríggir dagar eftir ...
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina