Lesi, eisini um vit bara eru tvey
– Eg lesi við dirvi, um vit eru tvey ella 80 fólk í kirkju. Tað er hugaligt, tá mong eru í kirkju, men skal tað verða ein góð og lívgevandi siðvenja, má eisini lesast, tá fá koma.
Tað var miðskeiðis í farnu øld, at fólkið í Lopra og á Økrum vildu, at skúli og kirkja vóru bygd í økinum. Tá varð valt at byggja skúlan og kirkjuna mitt millum bygdirnar, so tað var nærum líka langt hjá øllum í skúla. Jarðarstykkið varð keypt frá haganum og skúli, kirkja og lærarahús bygd saman á økið.
– Hetta hølið er upprunaliga bygt sum skúli og kirkja og varð tikið í brúk í 1957. Fyrst var skúlastovan bygd, og so var eitt kór gjørt fyri endan. Síðani var dragihurð sett upp, so altarið, doypifuntur, talarastólur, orglið og tað sum hoyrdi við til kirkjuligu handlingarnar, var aftan fyri hurðina. Tað sigur Jacob Vestergaard, sum hevur verið deknur við kirkjuna á Leiti síðani 1990.
– Her er gudstænasta so gott sum hvønn sunnudag. Eg loysi eisini av sum deknur við kirkjuna í Sumba, og tá er ikki lestur her. Tá bjóða vit kirkjufólkinum á Økrum og í Lopra vælkomin til gudstænastu í Sumbiar kirkju, sigur hann.
Allar kirkjuligar tænastur
Í kirkjuni á Leiti hava verið, og eru støðugt, allar kirkjuligar tænastur. Tá jarðarferðir vóru, var ikki dámt at kistan stóð nátt í skúlastovuni. Tá kom kistan í kirkjuna sama morgun, sum jarðarferðin varð. Síðstu mongu árini hava tíverri ov fá skúlabørn verið, til at skúlin hevur verið nýttur sum skúli. Tí verður hølið nú bara nýtt sum kirkja, og nú kann kistan standa nátt í kirkjuni, sigur Jacob.
– Kirkjan liggur millum bygdirnar, og eitt sindur fyri seg sjálvan. Tí koma fólk av og á her, sum vilja hava dóp ella brúdleyp, uttan at øll skulu vita av tí. Kirkjan liggur jú væl fyri í so mátað, sigur hann.
– Eg og mong við mær gingu í barnaskúlan her. Fólkatalið er tíverri minkað, og tí eru nú óivað meiri enn tjúgu ár, síðani børn gingu í skúla her. Nú ganga børnini í bygdunum í skúla í Sumba, og fara síðani í Vágs skúla, tá tey skulu í framhaldsskúla, sigur Jacob.
Góð siðvenja
– Eg og fleiri við mær vóru vand upp við at fara í kirkju sunnudagar. Fyrr komu fleiri til gudstænasturnar enn tað koma nú. Men eru vit tvey ella tveir, so lesi eg lestur, tí Jesus er har, sum tvey, trý ella fleiri savnast í navni hansara. Eg eri heima nærum hvønn sunnudag, og tá lesi eg her, um eg ikki lesi í Sumba, sigur hann.
– Eg lesi við dirvi um vit eru tvey fólk ella 80 fólk í kirkju. Tað er hugaligt tá vit eru mong í kirkju, men skal tað verða ein góð og lívgevandi siðvenja, má lesast eisini tá fá koma. Nú hava vit fingið elektroniska urgu, sum leikar sálmarnar, so tað er frálíkt, sigur Jacob.
– Presturin í Vági er eisini prestur her, og hann hevur gudstænastuna av og á. Aðrir prestar í oynni hava eisini gudstænastu á Leiti av og á. Øll eru vælkomin til gudstænastu á Leiti, sigur Jacob Vestergaard.
Torleif Johannesen



