Lesið Luther

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í 2017 verður hátíðarhildið, at Reformatiónin er 500 ár, og kanska er passandi at lesa eitt sindur av tí, sum ein av høvuðsmonnunum hevur skrivað.

Luther var ikki feilafríur, og eg fari ikki at biðja teg gloypa øllum, hann hevur skrivað, tíverri.

Men av tí, at hann bardist so inniliga við nógvar av grundleggjandi trúarspurningunum – eins og eg geri – so haldi eg, hann kann læra okkum nakað. Eitt nú bardist hann inniliga við spurningin um, hvussu eitt menniskja kann hava frið við Gud, ítøkiliga við vers 17 í Rómverjabrævinum kapittul 1.

Hann skrivar soleiðis um sín egna bardaga við hugtakið ’Guds rættvísi’. Eitt var, at Gud vísir rættvísina og vreiðina ígjøgnum til dømis 10 boðini. Men hann fekk seg ikki at skilja, hvussu Gud kundi vera soleiðis, at hann eisini ígjøgnum evangeliið vísir sína rættvísi.

Luther skrivar: ”Eg hataði nevniliga hetta hugtakið Guds rættvísi”. Tí óansæð, hvussu pent hann royndi at skikka sær, upplivdi hann altíð, at Gud enn var óður og sigur soleiðis: ”so elskaði eg ikki, men tvørturímóti hataði eg tann Gud, sum var rættvísur og av teirri grund straffaði syndarar sum meg”.

Hann bardist við hetta dag og nátt, inntil hann fekk eyga á, hvussu orðini stóðu í mun til hvørt annað, nevniliga soleiðis: ”Guds rættvísi opinberast í evangeliinum, sum tað stendur skrivað: Tann, sum er rættvísur av trúgv, skal liva”. Tá skrivar hann: ”Tá byrjaði eg at skilja, at ’Guds rættvísi’ er tann Guds gáva, sum tað rættvísa menniskjað livir við, nevnliga við trúnni”.

Hetta kollvelti alt hjá Martin Luther!

Soleiðis lýsir hann støðuna:
Nú føldi eg meg fullkomiliga føddan av nýggjum. Eg føldi, at eg gjøgnum opin portur hevði stigið líka inn í sjálvt Paradís…nú elskaði eg hetta hugtakið ’Guds rættvísi’, sum var vorðið  mær tað mest yndisliga av øllum orðum. Skriftstaðið hjá Paulusi var vorðið hurðin inn í Paradís.”

Áðrenn hesa umvending leitaði hann sær troyst og frelsuvissu í teimum deyðu gerningunum, hann dagliga píndi seg við, fyri at kunna blíðka Gud.

Kanska mótsatt av trupulleikanum í dag, har synd helst skal tigast burtur.

Nú lærdi hann, at syndin stakk nógv djúpari enn so. Hon kundi ikki berjast vekk ella angrast vekk. Kanska onkur einkult, men ikki sjálv maktin og rótin. Hon mátti grøðast vekk við náðini í evangeliinum um Jesus. Hann upplivdi, at hann allur sum hann var, kom at standa undir Guds náði. At Gud elskaði seg og var blíður við seg – av náði! Og hann lærdi nakað um kampin móti syndini. At kampurin nú var á sigursgrund, tí Gud longu hevði dømt syndina, yvirtikið maktina og kvett rótina. Sum ein tjóv hevði Gud bundið syndina niður í fongslinum, og nú kundi Luther ’bíða’ til hon endaliga varð avrættað – á síðsta degi!

Bíða á tann hátt, at hann – líkasum eg og tú – inntil tá má arbeiða við at útrudda og drepa syndina, soleiðis, at hon ikki aftur tekur maktina!

Kasta tínar deyðu gerðir niður
niður við Jesu føtur
statt í honum – honum eina
fullkomiliga heilur!  

(James Proctor)

Jákup E. Petersen, Keypmannahavn