Leygardagurin á Stórmøtinum

Leygardagin var aftur nógv fólk á Stórmøti hjá Heimamissiónini á Kambsdali – meira enn fríggjadagin – og tey hoyrdu svarið upp á spurningin ”Hvussu kunnu vit vita vegin?”


Tað var Øssur Kjølbro, prestur, ið talaði leygarkvøldið út frá Jóhannesevangeliinum kapitul 14, vers 5 og 6, har lærusveinurin Tummas spyr um vegin, og har Jesus svarar, at hann er vegurin, sannleikin og lívið.
Klaksvíksprestur vísti á, at menniskjað hevur tveir grundleggjandi trupulleikar, skuld og deyða, sum eingin av heimsins leiðarum og vegvísarum hava klárað at víst loysnina á. Her er tað bara Jesus, sum hevur loysnina. Hann hevur loyst hesar trupulleikarnar, við at hann hevur tikið heimsins skuld á seg, og hann hevur loyst trupulleikan við deyðanum, at tað er ikki tað síðsta punktum’ið. Øll tey, sum trúgva á hann, skulu nevniliga liva ævigt.
Øssur Kjølbro vísti á, at Jesus er verdur at fylgja, tí at hann er loysnin upp á týdningarmiklastu trupulleikarnar hjá menniskjanum.
Kvinnukórið Brúgv í Gøtu sang til møtið, og Kristian á Reynatrøð hevði ein vitnisburð. Barnaansing var eisini til møtið.

Andliga støðan í Íslandi
Dagurin byrjaði annars við evnisdegi í Leirvíkar missiónshúsi, har Sigriður Schram, aðalskrivari í luthersku rørsluni Kristniboðsambandinum í Íslandi, greiddi frá um missiónsarbeiðið og andaligu støðuna í Íslandi. 
Kristniboðsambandið hevur ikki so stórt arbeiði í Íslandi, men tey eru virkin í útimissiónsarbeiðinum og hava sent fleiri trúboðarar út til fleiri ymisk lond.
Heimamissiónin hevur gjørt samstarvsavtalu við Kristniboðsambandi. Ein partur av strategiini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini er at arbeiða við missión í útnorðri, og tí var aðalskrivarin her og vitjaði og greiddi frá.
Tveir ungdómsleiðarar hjá Heimamissiónini vóru fyrr í summar á legu í Íslandi, og tveir íslendskir ungdómsleiðarar vóru á legu í Nesvík í summar. Aðalskrivarin í Heimamissiónini, Jákup Brúsá, hevur eisini verið í Íslandi og undirvíst á legu hjá Kristniboðsambandinum.
Í Leirvík varð eisini høvi at seta spurningar og biðið var fyri Íslandi og Grønlandi.

LES EISINI  Kirkjuliga Heimamissiónin lagt fram nýggja strategi

Ungdómsløta
Klokkan hálgum tíggju var ungdómsløta. Ann Hermansdóttir, studentaprestur talaði út frá evninum ”Heim til Faðirin”.
Hon legði dent á, at Gud elskar hvønn einstakan – eisini tann, ið hevur skikkað sær illa – og fegin vil hann taka ímóti honum/henni og geva ævigt lív.
Jan Jacobsen og Eyðbjørg Kallsberg sungu.
Nógvur sangur og lovsangur var eisini á skránni.

Sunnudagur
Í dag er aftur nógv á skránni.
Simba-hitt, ið er stóra familjutiltakið, verður klokkan 15. Har fer millum annað stóra barnakórið frá Sangfagnaðinum at syngja.
Eftir tað er felags nátturði í høllini, áðrenn Stórmøti verður aftur klokkan 18, har Símun P. Jacobsen, prestur í Sjóvar prestagjaldi, talar, og kvinnukórið Lanterna úr Fuglafirði syngur.
Kringvarpið tekur upp til bæði tiltøkini.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina