Líkingargerð leirkerasmiðarins
Eitt árið, eg var á Holbæk Kunstshøjskole, kom eg í tos við eina eldri dámu, sum eisini gekk á skúlanum. Hon arbeiddi við leirlist. Eg hoyrdi tey tosa um, at tey vóru “pottemagere”, og tankar mínir leitaðu beinan vegin til Leirkerasmiðin í Jeramia kap. 18. Eg spurdi hesa eldru dámuna, um eg onkran dagin kundi koma framvið teirra verkstað og síggja, hvussu tey arbeiddu við leiri. Jú, tað var gaman í; so vit avtalaðu eina tíð til vitjanina. Eg minnist, at eg fyrireikaði meg; las Jeramia 18, og terpaði hann eitt sindur, áðrenn vitjanina. Tá vit komu inn á verkstaðið, arbeiddu tey við leiri, saman við læraranum, sum var sera dugnaligur. Hon greiddi frá, hvat klingrurnar vóru o.s.v. Eg spurdi hana eisini, hvat hon gjørdi, um tað, sum hon fekst við, miseydnaðist. Hon segði, at so knoðaði hon bara leirið saman, og so byrjaði hon av nýggjum. Og, tað var eisini tað svarið, sum eg bíðaði eftir. Tá vit høvdu sæð alt, spurdi eg, um hon nakrantíð hevði lisið um leirkerasmiðin í Jeramia 18; og tað hevði hon ikki. Eg fekk so loyvi at fortelja fyri henni, hvat stóð í Jeramia 18. Hon var sera bilsin, so væl, søgan passaði til tað arbeiðið, sum tey gjørdu. Tá vikuskiftið kom, fór hon heim í vikuskiftinum, tí maður hennara lá sjúkur. Tá hon kom aftur, segði hon, at nú hevði hon lisið Jeramia 18, og nú ætlaði hon at lesa Bíbliuna. Eg fekk eisini okkurt tinganest frá henni. Hvussu tað síðan gekst seinni, veit eg ikki.
v1 Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum soljóðandi: v2 Far oman í hús leirkerasmiðarins; har vil eg lata teg hoyra orð míni. v3 Eg fór tí oman í hús leirkerasmiðarins, og sí, tá arbeiddi hann við klingrurnar. v4 Og hvørja ferð eitt kerið, sum hann fekst við, miseydnaðist, sum tað kann henda við leirinum undir hond leirkerasmiðarins, tá fór hann aftur at gera burtur úr tí annað ker, so sum hann nú vildi hava tað gjørt. v5 Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: v6 Skuldi eg ikki gjørt við Ísraels hús eins og hesin leirkerasmiðurin, sigur Harrin; sí, eins og leirið í hond leirkerasmiðarins soleiðis eru tit í hond míni, Ísraels hús!
Jeramia 18
Her tosar Guð við Jeramia um Ísraels hús, hvussu hann upp ígjøgnum tíðirnar mangan hevur arbeitt við hesum fólki. Hvussu mangan tað miseydnaðist, tá ikki var gjørt samsvarandi Guds vilja og, hvussu mangan Guð hevur verið noyddur at revsa tey, og hvussu mangan hann hevur víst sín kærleika ímóti teimum. Hetta fólkið, sum Guð í forum útvaldi sær. Ja, tey hava altíð verið sum leirið í Guðs hondum. Vit minnast, at tey vóru í útlegd í Egyptalandi í 430 ár og í Bábylon í 70 ár, og nú spjadd um allan heimin í 2000 ár. Men Leirkerasmiðurin hevur ikki gloymt tey; men nú á okkara døgum, savnar hann tey aftur í gamla Ísraels landi, Ísraels húsi.
Hvussu so við okkum, sum ikki kalla okkum fyri Ísraels hús, men heldur vanligir Føroyingar, ella heidningar. Jú, vit eru eisini sum leirið í Guðs hondum. Vit ynskja at Guð bara skal gera sítt besta fyri okkum, og at tað bara skal gangast okkum væl. Tað er eisini gott, men tá tað bara gongur okkum væl, hava vit so lætt við at gloyma tann Guð, sum ein dag myndaði okkum, so sum leirkerasmiðurin myndaði sínar lutir. Guð ynskir ikki at revsa okkum, men Hann elskar okkum, tí at Hann hevur sjálvur myndað okkum, skapað okkum, og í sonarins mynd, hevur Hann myndað okkum.
Mong menniskju kunnu vitna um, at tey ein dag møttu Guði, Jesusi, og hann kallaði á tey, og aftan á tann dag, hendi nakað heilt serligt; ja, tað var eins og Leirkerasmiðurin hevði elt tey saman og gjørt eitt nýtt ker burtur úr tí sama leirinum, og eftir tann dag, fylgdu tey Guði eftir. Vit eru øll eftirkomarar Ádams og Evu, og tí býr syndin djúpt í okkum, og tí er tað neyðugt, at vit koma í hendur leirkerasmiðarins, tann leirkerasmiðin, sum er Guð.
Amen.