Liverpool-stjørna heiðraði Jesus
Tá Liverpool-leikararnir sunnudagin hátíðarhildu meistaraheitið framman fyri heimafjepparum og milliónum av sjónvarpshyggjarum, valdi stjørnumálverjin Alisson Becker at heiðra Jesus.
Sunnudagin fingu ensku meistararnir úr Liverpool handað heiðursmerki og steyp sum prógv upp á teirra sigursgongd í ársins Premier League-kapping.
Fagnaðarveitsla varð hildin á Anfield, og spælararnir vóru í serligum spæliblusum, sum vóru prentaðar til høvið. Brasilski málverjin, Alisson Becker, læt seg tó tíðliga úr ”gullblusuni” og fór í staðin í eina t-shirt við áskriftini: ”Jesus. The way. The Truth. The life.”
Meginpartin av heiðursferðini, sum leikararnir høvdu á vøllinum eftir steypahandanina, var Becker í blusuni við bíbliutilvísingini úr Jóhannes 14,6, har Jesus sigur: ”Eg eri vegurin og sannleikin og lívið.”
Tað hevur leingi verið kent, at Becker er kristin, og í 2020 doypti hann táverandi liðfelagan, Roberi Firmino.
Málverjin misti pápa sín í eini druknivanlukku í 2021. Becker skrivaði herfyri eina longri grein í The players tribune um samband sítt við pápan, um sorgina og um, hvussu trúgvin hevur hjálpt honum. Harafturat skrivar hann m.a.:
“Trúgv er ikki nakað, sum kann síggjast ella setast orð á. Hon er ein kraft, sum er sterkari enn nøkur kensla ella eitt slagorð. Hon er fullkomið álit á Guds Son, Jesus Kristus. Eg hugsi um hetta hvørja ferð, eg hoyri tey fyrstu orðini í sterkasta fótbóltssanginum yvirhøvur: “When you walk …. through a storm….”.”
Sunnudagin fingu so milliónir av fótbóltsfjepparum kring heimin enn eitt dømi um, hvat trúgvin merkir fyri málverjan, sum eisini hevur spælt 72 landsdystir fyri Brasil.
Kelda: www.dagen.no