Logos Hope í Føroyum í 2026

Heimsins størsti flótandi bókahandilin – Logos Hope – kemur til Føroya tann 27. august 2026.

Ætlanin er, at skipið liggur fyrst eina viku í Tórshavn og síðani eina viku í Klaksvík.

Nógv ymisk tiltøk verða umborð, har einstaklingar, skúlaflokkar, samkomur og onnur, sum hava hug, kunnu luttaka.

Forvitnisliga bókasølan við bókum úr øllum heiminum verður sjálvandi eisini opin.

Fylg við her.

Nærri skrá kemur, sum dagarnir nærkast!

Les meira um Logos Hope og OM her.

LES EISINI  Súsanna og Guttorm mynstra umborð á Logos Hope
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina