Løgtingið eigur avgerðina
Landsstýrið arbeiðir í løtuni við at fyrireika yvirtøkuna av útlendingamálum, og flóttafólkaøkið er ein partur av tí. Ein partur av hesum kanningar- og fyrireikingararbeiði er spurningurin, hvønn leiklut Føroyar skulu hava, tá ið umræður flóttafólk, og hvussu ein tilbúgving til flóttafólk kann skipast í Føroyum, soleiðis at hann passar til tørv og serviðurskifti her.
– Millum annað verður kannað, hvussu onnur lond, eitt nú Ísland, hava skipað seg á økinum, og hvat vit kunnu læra av teirra royndum. Haraftrat verður kannað, hvussu arbeiðs- og uppgávubýtið millum land, kommunur, hjálparfelagsskapir og onnur kann skipast, so at vit megna at taka ímóti flóttafólki undir virðiligum umstøðum, samstundis sum vit tryggja eina væleydnaða integratión, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Føroyar ikki til reiðar
Føroyar hava ikki nakran orðaðan flóttafólkapolitikk, og landsstýrismaðurin sigur, at hann heldur ikki, at Føroyar eru til reiðar at taka ímóti flóttafólkum sum nú er.
– Sum nevnt er neyðugt at kanna viðurskiftini nærri og skipa okkum betur í Føroyum, soleiðis at vit verða til reiðar at taka ímóti flóttafólki. Ætlanin er, at hesi viðurskifti skulu vera uppá pláss, tá útlendingamál verða yvirtikin, sigur hann.
Avgerðin hjá løgtinginum
Landsstýrismaðurin sigur, at Føroyar, eins og restin av heiminum, hava eina skyldu at hjálpa neyðstøddum úti í heimi, og at hetta kann gerast við at senda pening og neyðhjálp til lokalumhvørvið, við at taka flóttafólk til Føroya ella bæði.
– Eg haldi, at vit hava eina moralska skyldu at hjálpa so væl vit kunnu, eisini við at bjóða nøkrum fáum eitt heim her hjá okkum. Avgerðin um Føroyar til dømis skulu taka kvotuflóttafólk til landið hvílir tó á løgtingsins vilja, og tað verður sostatt løgtingið, sum endaliga avger, hvønn leiklut Føroyar skulu hava í flóttafólkaspurninginum.
Les meira um flóttafólkaspurningin í Trúboðanum, sum er komin út í dag, 11. mars.