Magni Christiansen syngur í Suðuroynni 4. sunnudag í advent

Jóladámurin er í hæddini og nú hoyrast jólasangirnir allastaðni og fólk stákast til jóla.
Sunnudagin 21. desembur verður seinasta ljósið í adventskransinum tendrað, tí tá er 4. sunnudagur í advent, og tá fara jólasangir og sálmar at hoyrast runt í Suðuroynni. Tað er nevniliga soleiðis at 4. sunnudag í advent at suðuroyingar fáa vitjan av væl upplagda og fólkakæra sangaranum Magni Christiansen.

Magni Christiansen tók í fjør upp eina jólakonsert, ið bleiv útgiving sum fløga og vinýl. í seinastuni hevur hann sungið og framført sangir av hesi útgávuni, eins og hann hevur selt útgávuna. Allur peningurin, ið er komin inn, hevur Magni valt at lata til stóra arbeiði hjá Frelsunarherinum við Herberginum.

Nú 4. sunnudag í advent, er møguleiki hjá suðuroyingum og gestum annars at hoyra og uppliva Magna Christiansen, og samstundis stuðla arbeiðinum við Herberginum. Sangir so sum white christmas, eg gleðist so hvørt jólakvøld og merry christmas everyone eru á skránni nú Magni fer at seta sín jóladám á.

Til ber at uppliva Magna til hesi tiltøk og tey eru ókeypis:

Hvalbiar kirkja kl. 13.30

Vágs kirkja kl. 20.00

Um ein ynskir at fáa fatur á fløguni ella vinyl, ella á annan hátt stuðla, so ber til at seta seg í samband við Magna umvegis fartelfon (282971) ella á messenger. Tí sum Magni sigur, øll kunnu ikki hjálpa øllum, men vit øll kunnu hjálpa onkrum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina