Maria Jørðdal verður dómpróstur

Løgmaður hevur útnevnt Mariu Jørðdal Niclasen til dómpróst. Hon tekur við embætinum tann 1. februar 2026.

Embætið var lýst leyst at søkja í august. Tríggjar umsóknir komu til embætið. Áðrenn løgmaður útnevndi komandi dómpróst vóru trý lið í viðgerðini: Kirkjuráðini, biskupur og landsstýrismaðurin í kirkjumálum.

Maria Jørðdal Niclasen varð prestvígd í dómkirkjuni 27. januar 2013. Hennara fyrsta kall var eystan Múla, har hon tók við kallinum í Norðoya eystara prestagjaldi 1. februar sama ár.

Maria Jørðdal tók í mars 2015 við kallinum í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík. Harafturat hevur hon røkt tað týdningarmiklu tænastuna at vera prestur teirra deyvu.

Sunnudagin 25. januar 2026 skipar biskupur Mariu Jørðdal Niclasen í embætið sum dómpróstur, skrivar folkakirkjan.fo

LES EISINI  Fólkakirkjan fingið nýggja altarbók og handbók – og sálmabókin fæst nú sum ókeypis app
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina