Marianna hevur verið forkvinna í 40 ár

-Eg eri takksom fyri at kunna hava staðið í hesum arbeiði øll hesi 40 árini. Eg eri eisini takksom fyri tær mongu, sum hava staðið mær við lið, og borið uppgávurnar saman við mær, sigur Marianna Joensen.

Á møtinum í missiónshúsinum Karmel á Eiði hóskvøldið 16. novembur, varð forkvinnan fyri sjómanskvinnuringin síðstu 40 árini, Marianna Joensen, heiðrað fyri trúgva og drúgva tænastu. Hon fekk blomstur og bók frá Føroysku Sjómansmissiónini og blomstur frá sjómanskvinnuringinum á Eiði.

Søgan um kvinnuarbeiðið á Eiði, rættað móti sjófólkinum, gongur nógv longur aftur enn til 1983, tá sjómanskvinnuringurin varð stovnaður.
Fyrst í 1900 var andalig veking á Eiði. Møtir vóru í skúlanum og kvinnur skipaðu eisini fyri kvinnumøtum, sum vóru væl vitjaði.
Kvinnurnar vóru so mikið virknar, at tær ætlaðu at byggja sær egin hús “Uppi á Brekku”, tí umstøðurnar í skúlanum vóru ikki væl egnaðar til møtir.

Futtur kom í mennirnar

Tá kom “futtur” í mennirnar, sum kvinnurnar skemtandi tóku til. Í 1930 fóru fyrireikingarnar í gongd til at byggja missiónshúsið Karmel, sum stóð liðugt og varð tikið í nýtslu 12. mars 1934. Har fingu kvinnurnar lítlasal til síni møtir og har hava tær savnast síðani.

LES EISINI  Sjómanskvinnuringurin í Porkeri 70 ár

Nær SKA (Sjómansmissiónsins kvinnuliga arbeiði) byrjaði á Eiði, vita fólk ikki við vissu, men helst í 1936. Tá gjørdist SKA óivað ein partur av kvinnuarbeiðinum, sum varð byrjaði í 1920-unum, og sum eftir 1936 eisini stuðlaði arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini. 
Kvinnurnar savnaðust støðugt og stuðlaðu fíggjarliga og við forbøn, arbeiðið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum, Karmel og útimissión. 
Síðst í 1970-unum, var lítið lív í arbeiðinum, hóast tað ikki steðgaði heilt upp.

Stovna sjómanskvinnuring


Í 1983 vitjaði Jóhan Olsen, sjómanstrúboðari á Eiði, í vón um at kunna skipað ein sjómanskvinnuring, sum eisini vildi stuðla byggingini av Ørkini í Reykjavík. Hann tosaði fyrst við Hans Jacob Ellinsgaard, trúboðara á Eiði um ætlaninna. Hans Jacob var við uppá hugskotið. Jóhan tosaði so við Marionnu, um at gerast forkvinna. Hon játtaði og var runt og tosaði við allar kvinnurnar, sum stóðu á listanum hjá SKA um ætlaninna. Tær tóku undir við henni, og fundur var 26. oktobur í 1983. Marianna var tá vald til forkvinnu og Jensia Eidesgaard varð vald til kassameistara. Hon hevði verið kassameistari í SKA frammanundan. Sostatt kann sigast, at SKA helt fram í sjómanskvinnuringinum.
Fyrsta kvøldið, skipaði ringurin savnaðist, var 3. novembur 1983.

LES EISINI  Sjómanskvinnuringurin hevði vitjan

Síðani oktobur 1983 hevur sjómanskvinnuringurin savnast í lítlasali í Karmel, annaðhvørt hóskvøld, frá septembur/oktobur til apríl/mai. Á skránni er sangur, andakt og bøn. Gott prát og drekkamunnur er eisini, meðan tær gera ymiskt handarbeiði. Viðhvørt hava tær vitjan av sjófólki ella øðrum, sum sigur frá, ella ein annar ringur vitjar tær, ella tær vitja ein annan ring. Tær stuðla Føroysku Sjómansmissiónini fíggjarliga og við forbøn, gera jólapakkar til sjófólkið og stuðla arbeiðinum í Karmel.

-Eg eri takksom fyri at kunna hava staðið í hesum arbeiði øll hesi 40 árini. Eg eri eisini takksom fyri tær mongu, sum hava staðið mær við lið, og borið uppgávurnar saman við mær. Allar kvinnur eru vælkomnar í sjómanskvinnuringin, sigur Marianna.
Nevnast kann eisini, at Marianna hevur spælt á urguna í Eiðis kirkju í 37 ár. 

Føroyska Sjómansmissiónin takkar Marionnu hjartaliga fyri hennara trúgva og drúgva arbeiði Sjómansmissiónini til frama, og ynskir Guds signing yvir komandi tíð.

LES EISINI  Landsstevnan stundar til

Kelda: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar” frá 2022.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina