Markleys fyrigeving

– Kann eg trúgva, at Gud fyrigevur alla synd?
– Vil Gud fyrigeva mær hesa syndina enn einaferð?
– Kann Gud veruliga fyrigeva mær, eftir tað sum nú er hent?

Tílíkar spurningar kenna tey flestu kristnu. Mong okkara hava sett teir meir enn einaferð. Summi í dýrastu neyð. Serliga hjá nýggjum kristnum fylla hesir spurningar ofta nógv.

Hvar gongur markið fyri Guds fyrigeving?
Tað er jú henda spurningin, vit her tosa um: – Hvussu ofta kann Gud fyrigeva? – Hvussu nógv vil Gud fyrigeva? – Er synd til, sum ikki fæst fyrigeving fyri?

– Játtað synd er fyrigivin synd, siga vit ofta. Og hetta er rætt. So langt tað røkkur. Tað er týdningarmikið at liva ærliga við Gudi. Vit skulu ikki fjala okkara synd fyri Gudi, men tosa út við hann um alt. Hann er okkara faðir, sum fyrigevur. Fúsur og uttan ónd orð. Hann harafturímóti, sum fjalir sína synd, tekur seg frá Guds ljósi og út úr fyrigevingini.

LES EISINI  Heima í himlinum

Men her er týdningarmikið at spyrja: Hvat er tað at játta? Hjá mongum er játting at siga Gudi alt, sum ein kennir av synd í sínum lívi. Trupulleikin er bara: Hvussu nógv kenna vit í veruleikanum sjálv? Synd er til, sum vit ongantíð sjálv kunnu seta orð á, tí vit ikki kenna hana. “Hvør kennir síni villunnar brek? Frá duldum meinum reinsa tú meg!”  Soleiðis biður Dávid í Sálmi 19,13.

Ganga í ljósinum! Hetta er tað avgerandi. Heldur tú ein ikki framkallaðan film upp ímóti ljósinum, blívur alt burtur. Bæði tað, tú minnist, og tað, tú ikki minnist.

Títt vantandi minni setir ikki mark fyri Guds fyrigeving!

Guds fyrigeving fjalir alla synd. Tað merkir, at Gud mátar út sína fyrigeving eftir mongdini av synd. Ein “stórur” syndari fær nógv fyrigivið. Ein “lítil” syndari  tørvar minni. Men eisini hetta er ov veikt. Markið fyri Guds fyrigeving verður ikki ásett av syndamongdini.

LES EISINI  Ljóskontakt og sólarrenning

“Har sum syndin tók til, har varð náðin enn meira ovurhonds ríklig!” (Róm 5,20)

“Hon hevur fingið tvífalt av Harrans hond fyri allar syndir sínar” (Jes 40,2).

Soleiðis talar Bíblian. Tað merkir, at tú ert ríkari av fyrigeving enn av synd! Hvar gongur markið fyri Guds fyrigeving? Har er einki mark, Guds fyrigeving er markleys!

Paulus skrivar í Efesusbrævinum 1,7: “Í honum hava vit endurloysingina við blóði hansara, fyrigeving syndanna, samsvarandi náðiríkidømi hansara.”  Tað merkir, at tú ert eins ríkur av fyrigeving, sum Gud er ríkur í náði! Og Gud er ovurríkur í náði.

Skuldi hetta ikki hildið, eisini hjá tær?

 

Til umhugsanar
“Tú keypti mær ikki roykverk fyri silvur og seyrgaði meg ikki við tínum feitu sláturofrum. Nei, tú plágaði meg við syndum tínum og møddi meg við misbrotum tínum. Eg, eg eina, striki út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar” (Jes 43,24-25).

 

LES EISINI  Verjuadvokaturin

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina