Meinigheitshúsið Saron 100 ár.

Leygardagin 17. januar eru 100 ár síðan Meinigheitshúsið Saron í Sandavági var vígt. Tað er vert at hátíðarhalda. Saron skipar fyri tiltøkum alla vikuna frammanundan umframt á sjálvum føðingardegnum. Øll tiltøk eru fyri øll.

Mánakvøldið skipar Sunnudagsskúlin fyri einum góðum og hugnaligum Familjudøgurða við lasagnu, salat, brownie og ísi. Tiltakið er frá kl. 17 til kl 19.

Týskvøldið er tað Sjómannskvinnuringurin, sum skipar fyri. Torleif Johannesen kemur at vitja, og eru allar kvinnur allastaðni frá vælkomnar. Tiltakið byrjar kl. 20:00.

Mikudagin verður Pílagrímsferð við Pól Jóhannesen. Ætlanin er at ganga úr Saron niðan á Reynabrúgv, og at hava okkurt gott til anda, sál og likam. Komin omanaftur í Saron, verður suppa og hugni. Byrja verður í Saron stundisliga kl. 15:00.

Hóskvøldið verður søgulig frásøgn við myndafilmi. Tann altíð so søgufróði Heini F. Petersen, greiðir frá um søguna hjá Meinigheitshúsinum Saron, sum byrjaði longu í 1905. Vit fara at syngja onkrar sangir, og ein góður drekkamunnur verður eisini. Tiltakið byrjar kl. 20:00.

Fríggjakvøldið eiga tey ungu. Ung í Vágum og Juniorarbeiði bjóða inn til eina góða og hugnaliga ungdómsløtu við Pizza. Nú tað ikki bar til, at fáa EM í hondbólti flutt😊, fara vit at vísa hondbóltsdystin Føroyar-Sveis á stórskíggja. Annars verður MAX hugni. Vit byrja kl. 19:00.

Leygardagin verður Saron 100. Tá verður alment tiltak, har øll eru vælkomin á gátt at heilsa uppá. Vit fara nokk at tríva í onkran góðan felagssang, Blátt Gras kemur at gleða okkum við teirra sangi og spælið, og so verður eisini høvið at bera heilsur framm. Gott ábit verður eisini. Tiltakið er kl. 14:00-16:00.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina