Meinigheitshúsið Saron í Sandavági fingið nýggjan formann

Sunnukvøldið 25. mai skipaði stýrið fyri Meinigheitshúsið í Sandavági fyri meinigheitsfundi.

Á skránni var m.a. frágreiðing frá arbeiðinum, arbeiðsgreinum og fíggjarviðurskiftum. Eisini var orðaskifti um framtíðina og nátturði. Á fundinum var eisini kunngjørt, at stýrið hevur skipað seg av nýggjum við Holgar Johannesen sum formanni.

Gunnar K. Nattestad, ið hevur verið formaður í stýrinum í fleiri ár, ynskti ikki at halda fram sum formaður, men hann verður verandi í stýrinum. Hini í stýrinum eru: Tór-Ingar Akselsen, Elin Akselsen og Fróði Hansen.

Holgar er útbúgvin klaverlærari, og undirvísir í Musikkskúlanum, 1/2 tíð í Havn og hálva tíð í Vágum. Hann er 46 ár, giftur Katrin á Borg og tey eiga fýra børn, tríggjar dreingir og eina gentu.

Kunnu fólk so rokna við stórum broytingum í Meinigheitshúsinum? – Tað rokni eg ikki við. Leisturin verður hin sami, men kanska fara vit at skipa arbeiðið eitt sindur øðrvísi og royna at fáa fleiri við í arbeiðið, sigur nýggi formaðurin.

LES EISINI  Missiónsvikan í Sandavági er byrjað

– Vit hava eitt gott Meinigheitshús, sum er í góðum standi og fíggjarstøðan er góð. So umstøðurnar eru góðar til børn, ung og vaksin.

– Í eina tíð hava vit skipað fyri felagsmøti, eina ferð um mánaðin, saman við Missiónshúsinum í Miðvági, og tað hevur riggað væl. Vit samstarva eisini við tey í Miðvági um junior- og ungdómsarbeiðið, sigur Holgar.

Vit ynskja Holgari og tykkum øllum í Meinigheitshúsinum Saron, Guds ríku signing við missiónsarbeiðinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina