Meir enn 150 til spontant ungdómsmøti

Tey ungu frá ungdómsleguni fáa ikki nokk av hvør øðrum og Jesusi.
Ungdómslegan, sum endaði fríggjadagin 25.juli virkar ikki til at fáa ein enda, tí fríggjakvøldið møttust fleiri av teimum í kfum&k í Klaksvík til ungdómsmøti. Leygarkvøldið vóru fleiri samlað á Toftum til ungdómsmøti, og sunnumorgunin kom ein lýsing út um eitt spontant ungdómsmøti á Toftum, sum skuldi vera um kvøldið.

Fáar minuttir eftir klokkan 20, tá spontana ungdómsmøtið var byrjað skundaðu fleiri dreingir sær inn eftir fleiri stólum, tí ikki var pláss fyri øllum.
Meir enn 150 ung (og nøkur eldri eisini) vóru møtt og sótu spent at hoyra Guðs orð.
Torgeir Petersen talaði um týdningin um at velja Jesus áðrenn ov seint varð. Hann tók eisini afturí tvær av søgunum, sum tey ungu høvdu hoyrt á leguni.
Lovsangurin brúsaði og møguleiki var fyri forbøn og samtalu.
Eftir møtið høvdu kokkar bakað cookies og gjørt poppkorn.
Matarsalurin í kjallaranum var á tremur við fólki og sera gott lag var á teimum ungu.

LES EISINI  Himmalskur fótbóltur á Skálafjørðinum 

Í kvøld heldur veistlan áfram, har øll møtast í Meinigheitshúsinum í Havn til lovsangstiltak kl 23.00 í samband við Ólavsøkuna.
Øll eru hjartaliga vælkomin!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina