Met undirtøka til leiðarafundin
Í gjár, 2. septembur, var árligi leiðarafundur fyri leiðslurnar í sjómanskvinnuringunum.
Fundurin var í Glyvra Missiónshúsið og byrjaði við nátturða kl.18. Tá góðu bitarnir vóru farnir niðurum, var andakt við Petur Jacob Langgaard, formanni í Sjómansmissiónini.
Klokkan 19 hevði Torleif Johannesen eitt upplegg undir heitinum: “Siðbundið og nýtt hond í hond”. Við orðum og myndum segði hann frá arbeiðinum, sum byrjaði í tí smáa, í og við at nakrar kvinnur savnaðust til bíbliulestur, bøn og hugna við stokkum. Fíggjarliga stuðlaðu tær arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini og bóðu fyri tí.
Arbeiðið vaks og við tíðini komu eisini størri og betri umstøður at savnast. Hóast nýggj, stór og væl útgjørd høli, nýggjar arbeiðshættir og møguleikar, er neyðugt, at bønin og Guds orðið hevur sín fasta tátt í løtuni. Tað “rammar løtuna inn” undir signing og varðveitslu Guds.
So var tosað við borðini um arbeiðið, møguleikar og avbjóðingar. Prátið gekk væl og huglagið var sera gott. Kvinnurnar fingu ein hugskotslista, sum vónandi verður við til at menna arbeiðið. So var drekkamunnur við køkum afturvið. Jákup Brúsá, aðalskrivari, hevði eina heilsu til kvinnurnar, áðrenn tosað var um ymiskt sum er á skránni komandi veturin.
Tvær nýggjar forkvinnur vóru við. Tær fráfarnu fingu tøkk og tær nýggju góð ynski.
Klokkan gott 21 varð enda við bøn og sangi.
Takk tit sum vóru við og tit sum hjálptu til
Gud signi Sjómansmissiónina.

