Miðvikugudstænasta í Gøtu

Í annaðkvøld, mikukvøldið 16. juli, kl. 18.00, kalla kirkjuklokkurnar í Gøtu kirkju saman til miðvikugudstænastu.

Ovi Brim, próstur, prædikar, og bólkurin Gadders av Nesi framførir. Aftaná verður borðreitt við suppu og drekkamunni í kirkjukjallaranum.

25. juni vóru 30 ár liðin, síðani Gøtu kirkja varð vígd og tikin í nýtslu. Í fleiri ár hevur kirkjuráðið skipað fyri miðvikugudstænastu við tónleikainnslagi mitt í juli. Kirkjan hevur nógv vitjandi í summarhálvuni, og eisini eru javnan konsertir í kirkjuni.