Minningarhald í Løkshøll
Í kvøld 7. oktobur 2024 kl. 19.30 skipar Vinafelagið Føroyar-Ísrael, ICEJ Føroyar og Ísraelsmissiónin fyri minningarhaldi í Løkshøll í Runavík.
Tað var 7. oktobur í fjør, at Hamas gjørdi tað mest ræðuliga álopið á Ísrael og jødar í nýggjari tíð. Fleiri enn 1200 ósek fólk vóru dripin og fleiri enn 200 tikin gíslar, harav fleiri børn, ung og gomul kvinnur og menn.
Drápið í oktober var jødahatur av ringasta slag
Drápið í oktobur var ein ógvuslig og ómenniskjalig gerð. Tað var jødahatur (antisemitisma) av ringasta slag. Har var ikki bara morð, men eisini pína, skammfaring, neyðtøka og vanhalgan av líkum.
Nú eitt ár eftir ræðuleikarnar sita enn 101 fólk gíslar hjá Hamas í Gaza.
7. oktober er ein serligur sorgardagur í synagogum um allan heimin. Hesin dagurin er eitt høvi hjá okkum kristnu, at vísa samkenslu og at vit taka frástøðu frá øllum jødahatri. Eisini hjá okkum skal tað vera trygt hjá jødum at vera jødar.
Skrá fyri kvøldið í Løkshøll
Tíðindamaðurin í Miðeystri, Jotam Confino kemur at greiða frá á stórskíggja beinleiðis úr Tel Aviv. Jotam er m.a. tíðindamaður hjá heimsins stóru tíðindastovunum eins og BBC og CNN.
Eisini verður sangframførsla og fleiri stutt innsløg og “live stroyming”.
Ein góður drekkamuður verður at fáa eftir tiltakið.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, siga fyrireikararnir.