Minningarorð um Karl N. Hansen

Minningarorð um Karl N. Hansen, føddur 30. 11. 1943, deyður 17. 05. 2019.

”Skjótt er Harranum um!” sigur orðatakið.  Men at tað skal vera so skjótt sum í hesum føri, er nakað, vit vanliga ikki hugsa um. Tí kom tað ógvuliga dátt við, tá Karl so bráddliga varð tikin burtur, fyrst og fremst hjá tykum, sum rakt vórðu.

Væl var Karl komin nakað til árs. Men at síggja til bar hann árini væl, hóast tey heldur ikki hjá honum vóru komin heilt einsmøll.

Men soleiðis verða vit ferð eftir ferð mint á, at lívið aldrin er nakað, vit eiga, men altíð nakað, vit fáa. Tí eiga vit ongantíð at taka lívið sum eina sjálvfylgju, men takka lívsins Gudi og gevara fyri hvønn dag og hvørja løtu, hann gevur okkum. Og brúka løturnar, okkum verða givnar, soleiðis, at vit, í tann mun vit kunnu gera tað, geva teimum eitt innihald, sum bæði vit sjálv og tey, vit liva lívið saman við, kunnu gleðast yvir og takka fyri. Sum onkur hevur sagt: “Tað týdningarmesta við lívinum er ikki, hvussu leingi vit liva, men hvussu okur liva tað.”

Karl varð føddur og uppvaksin í Leirvík. Hann var elstur av teimum fimm børnunum hjá Bette og Jákup Emil Hansen, keypmanni.

Eftir skúlagongd í heimbygdini og í Fuglafirði fór hann til Havnar á læraraskúla. Og var liðugur í 1966. Har hitti hann Marnu Djurhuus úr Porkeri, og giftust tey í 1968.

Fyrsta árið var hann lærari við Hvalbiar skúla. Frá 1967 til 1969 var hann lærari við Tofta skúla. Í 1969 fekk hann starv her við Tvøroyrar skúla. Har var hann, til hann legði frá sær í 2006.

Karl var ógvuliga nærlagdur í sínum arbeiði. Ikki minst tá talan var um móðurmálið, legði hann stóran dent á, at børnini lærdu tað væl. Veit, at tey eru mong, sum eru honum takksom fyri tað.

Hetta hevur møguliga gjørt sítt til, at hann hevur umsett umleið 30 bøkur fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags. Eisini hevur hann verið nógv brúktur at lesa rættlestur í samband við bókaútgávur.

Kristnitrúgvin merkti barnaheimið og uppvøksturin. Vóru kirkjan og missiónshúsið teirra andaligu heim. Hesa trúgv tók Karl til sín, og hevur kirkjan og kirkjugongd altíð verið ein natúrligur partur av hansara lívi. Karl var virkin í KFUM í lestrartíðini. Eisini talaði hann sum yngri ofta við møtir í missiónshúsum runt um.

Tað fyrsta árið Karl var lærari á Tvøroyri, avloysti hann sum deknur í kirkjuni, meðan fasti deknurin Erling Eidesgaard var í Danmark á ársskeið.

Við ársbyrjan 1979 tók Karl við sum blaðstjóri á Sunnudagsblaðnum, sum Heimamissiónin gav út. Og hevði hann tað enn um hendi, nú hann so bráddliga varð tikin burtur.

Sostatt gjørdist hetta blaðið í meira enn 40 ár plattformurin, hann brúkti saman við øðrum, sum lótu honum tilfar til blaðið, at bera gleðiboðskapin út um alt landið. Hevur tað verið til signingar og gleði fyri mong.

Út við 51 ár fingu Marna og Karl saman, ár sum bæði komu at geva teimum lut í tí størstu gleði, okkum kann vera fyri, men eisini tí svárastu og mest knúsandi sorg, vit kunnu uppliva. Eftir at hava verið tveyeini í 12 ár, fingu tey dóttrina Súsannu.

Næstan 20 ár vórðu henni lagað at gleða og ríka teirra lív og gerandisdag, tá hon á ein bráðan og ógvusligan hátt varð rivin burtur, og teirra lív var lagt í skeljasorð. Við teimum evnum, hon hevði, og tí dugnaskapi, hon vísti, tóktist framtíðin henni ljós. Hon var virkin í ungdómsarbeiðnum, sum tá var í missiónshúsinum. Eisini í tí samanhanginum var tað ein ógvuliga stórur missur, at hon varð burtur.

Um enn tað tók sína tíð, og lívið ongantíð aftur kom at verða tað sama sum áður, – tí tað er ikki altíð so, at tíðin lekir øll sár -, hava trúgvin og vónin hildið teimum uppi og borið dagarnar, sum fylgdu, og hevur ljósið frá páskamorgni og ævinleikanum givið vón um aftursýn í Guds ríki.

Henda trúgv og vón hevur gjørt sítt til, at Karl megnaði at halda fram sum blaðstjóri á Sunnudagsblaðnum og givið dýpd og tyngd til tað, hann har hevur skrivað.  Tað var neyvan av tilvild, at orðini hjá ápostlinum Paulusi úr Filippubrævinum 4,13: “Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan,” vórðu sett á forsíðuna á sangarkinum til jarðarferðina.

Ein stórur missur er í Karl, og nógv koma at sakna hann. Men størst er sorgin og saknurin hjá tær Marnu, sum nú situr einsamøll eftir. Meira enn hálva øld fingu tit saman, við gleði, men eisini við so svárari sorg, sum nú einaferð gjørdist tykkara. Harrin, sum hevur verið tykkara styrki og troyst, hann veri eisini troystin og vónin hjá tær og tykkum øllum í komandi tíðum.

Við sorg og sakni siga tit Karli farvæl. Men tit gera tað við takksemi fyri tað, tykum var givið við honum, og við somu trúgv og vón sum hansara.

Við sama takksemi gera vit onnur, sum á ymiskan hátt og í ymiskum samanhangum fingu møguleikan at vera í ferðalagi við honum, tað eisini.

Við hesum lýsa vit Guds signing og frið yvir minnið um Karl N. Hansen.

 

Jónsvein Bech