Minningarorð um mammu mína, Grethu Sólbjørg Lassen
Minningarorð um mammu mína, Grethu Sólbjørg Lassen, fødd 14.11.37 og deyð 05.04.19
Fátt er sum faðir, onki er sum móður.
Fríggjamorgunin 5. apríl andaðist mamma mín Gretha Sólbjørg Lassen, 81 ára gomul. Mamma var fødd í Vági og uppvaksin á Ovara Misá í Vági. Mamma og tey vóru trý systkin, og tey búðu øll trý innanfyri 500 metrar frá hvør øðrum. Tó hevur mamma verið á Hamragarði eitt tíðarskeið. Hesa seinastu tíðina hevur hon búð fast í Sambýlinum í Vági.
Hon var fallin væl til á Sambýlinum og hevði tað sera gott. Tað vóru okur sera væl nøgd við, at hon var fallin væl til har. Yngsta systurin og maðurin høvdu gjørt kamarið so hugnaligt og heimligt hjá henni. Til jólahugna á Sambýlinum las mamma jólaevangeliið, og tí slapp hon væl frá. Okur vóru fleiri samankomin har nýggjársaftan eisini, og tað var sera hugnaligt, og hon hugnaði sær sera nógv.
Mamma hevur upplivað nógv av góðum og ringum í sínum 81 ára lívi. Hon varð fødd 14. november í 37, so hon upplivdi kríggið, sum man sigur. Hon snakkaði onkuntíð um, tá ið flúgvarar komu, hvussu bangin hon var, nokk ikki bara hon, men nógv onnur við henni eisini.
Hon hevur havt nøkur bakkøst gjøgnum lívið, men hevur hórað undan, men hetta seinasta kláraði hon ikki, og eftir stutta sjúkralegu andaðist hon um morgunin 5. apríl. Deyðin hevur onga klokku, so tað vóru øll seks børnini tey nærmastu rundan um hana, tá ið hon dró sín seinasta andadrátt, eins og pabba gjørdi, tá ið hann andaðist í 2009. Ein løgin kensla, men ein sera góð kensla at sita eftir við, at kunna vera um tey, sum fara foldum frá.
Má siga ein ting, og tað er, at tað er vælsignað at hava starvsfólk innan røkt og heilsuverkið, sum leggja so nógva orku í at vera rundan um tey sjúku og doyggjandi, og ikki minst tey avvarðandi. Tey hava stóra tøkk uppiborna.
Mamma og pabba (pabba andaðist 14. okt. 09) settu búgv vesturi í Bø. Har eru okur øll seks børnini væl uppvaksin, og tað hevur verið sera deiligt at vaksa upp vesturi í Bø. Mamma dugdi nærum alt handaligt arbeiði, og hon var holl í ráðum, tá ið tað kom til at binda, seyma og at stoppa, og ikki at gloyma matgerð við góðum gomlum uppskriftum. Hon flenti mangan, tá ið ommubørnini og onnur børn komu á vitjan og rættu henni einar hosur ella skóleistar og spurdu: – omma, kanst tú stoppa/lappa mær hetta ella binda nýggjan hæl uppá hosurnar og so framvegis. Nú hevur mamma bundið seinasta stokkin og kastar ikki uppá fleiri stokkar.
Mamma hevði ein sjómann, og tað vóru ikki so fáir karmar, hon fekk av pabba og av bróður og mær. Okur róðu út við honum av og á við 20-tonsaranum og seinri við Saturn 3. Ikki at gloyma allar karmarnar, okur komu við, av vatninum og úr Gjógvará. Pabba baldist á havinum í samfull 60 ár, og við mammusa lið kláraði hann eisini sínar krisur, hann møtti á lívsleiðini.
Pabba róði út hesi seinastu árini við smábáti. Tað var ikki nóg gott; hann setti eitt drívhús upp omanfyri húsini, so var okkurt at takast við. Sivar bróðir kom við einari súreplagrein úr Norra; á greinini vóru tvey fræ, eitt við grønum og eitt við reyðum súreplum. Higartil eru fleiri 100 pund av súreplum komin av trænum. Síðan pabba doyði, hevur mamma roynt eftir førimuni at røkta drívhúsið, men heilsan forðaði henni í at halda tað viðlíka. Børnini, ommubørn og onnur røktaðu drívhúsið fyri hana. Hon var sera errin av drívhúsinum, og okkurt gott súrepli er komið haðani.
Nú stendur træið aftur og blómar, nú tað várar. Men tað sterkasta træið hevur nú latið bløðini falla, og tað er ein løgin kensla at sita eftir við.
Mamma hevur roynt at vitja børnini eftir førimuni. Tað er ikki altíð so lætt, tá ið fimm av børnunum búgva runt ymiskar staðir.
Mamma var gudrøkin, og hon las nógv um Guds orð. Seint týskvøldið í seinastu viku avgjørdu børnini at ringja eftir prestinum, Sverra Steinhólm, sum er tilknýttur LS. Tá mettu okur, at um mamma skuldi fáa tað seinasta góða orðið við á leiðini, so var tíðin komin til tað. Steinhólm kom skjótt niðan, og høvdu okur eina gevandi og góða løtu við hennara sjúkrasong. Døturnar høvdu eisini lisið úr andaktsbókini fyri mammu og nøkur vers úr bíbliuni; okur sungu nakrar sangir, sum mammu dámdi væl. Hon gekk nógv í kirkju og á møti, ikki at gloyma alt arbeiðið, hon gjørdi fyri sjómansmissiónina. Men hesi seinastu árini megnaði hon ikki at fylgja við í hesum arbeiði.
Mamma hugsaði sera nógv um onnur fólk, hvussu mundu tey hava tað og so framvegis. Hetta var hennara næstakærleiki.
Ein bók varð keypt, so tey vitjandi kundu skriva eina heilsan til mammu, sum hon kundi lesa, um hon kom fyri seg aftur. Men tá ið tað var øllum greitt, at hetta kláraði mamma ikki, blivu allar heilsanir lisnar upp fyri henni, við vón um at hon kundi hoyra tær og bera tær í sínum hjarta við yvir í ævinleikan.
Je kundi skrivað so nógv um mammu mína, men je fari við hesum fáu orðum at minnast mammu fyri tað, hon hevur verið fyri meg og mína familju.
Hvíl í friði góða mamma, heilsa mær pabba og øllum hinum, man kennir og hevur nógv góð minnir um.
Takki fyri sýnda samkenslu.
Sonur tín Eli við familju