Miskunn Harrans varir um ævir. Sl. 136

Gott nýggjár – í Jesu navni og favni!

At ”Miskunn Harrans varir um ævir” er altíð ein dýrabarur sannleiki, og ikki minst ein nýggjársdag.  

Sálmur 136 byrjar og endar við tøkk til Guds. Síðani lýsir sálmurin Guds trúfesti móti tí skapta, og mótvegis Ísraels fólkið.

Øll 26 ørindini enda við somu útsøgn um Harran: ”Miskunn hans varir um ævir!” Møguliga er hetta niðurlagið í sálminum.

Finst nakað betri niðurlag at endurtaka enn: „Miskunn Harrans varir um ævir?”

Við ársskiftið verður annars ofta tosa um, hvussu skjótt tíðin fer og at einki er ævigt. Finst so einki sum varir ævigt? Jú, miskunn Harrans.

Miskunn Harrans er eitt sera ríkt og djúpt orð og eitt av høvuðsorðunum í Bíbliuni.

At Harrin er miskunnsamur merkir, at hann er náðigur, trúfastur, kærleiksfullur og kann, vegna Jesu blóð, fyrigeva syndir. Miskunn Harrans er góð, dýrabar, stór, álítandi, betri enn lív og er ævig.

Alt í hesum heimi skal ganga undir, men ikki Harrans miskunn. Hon er ikki av hesum heimi, men kemur oman úr erva, kemur ”niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi” Ják.1,17

LES EISINI  Kristus hevur sigrað

Guðs børn óttast tí ikki framtíðina. Tey trúgva ikki á sjálva framtíðina, men á Gud, sum hevur framtíðina í síni hond. Hann er miskunnsamur, og hevur alt vald í himli og á jørð. Í Guds hondum er trygt at liva, hvíla, stríðast,.. og doyggja.

Tú, sum letur teg leiða av Harranum, upplivir at miskunn Harrans er nýggj hvønn morgun og at hon kemur at varða um ævir. Hon vil styrkja teg í trúnni, varða teg í trúarinnar góða stríði og er keldan til fyrigeving og hvíld í Gudi. 

Tey, sum í vantrúgv og sjálvsøkin ganga egnar leiðir – og halda á við tí, koma ikki at kenna ella virðismeta miskunn Harrans, hvørki her í lívinum ella um ævir.
Harrans miskunn fáa eina tey, sum søkja og biðja um hana.
Takk, Gud, fyri miskunn tína!

Tín miskunn, o, Gud, er sum himinin há,
tín trúfesti røkkur til skýggja,
tín dýrd er um allan heimin at sjá,
tín kærleikssól lýsir til bíggja.
Ms. 52

LES EISINI  Andakt
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina