Missión í útnorðri – tema-tiltak til Stórmøti næsta vikuskifti

Í samband við Stórmøtini næsta vikuskifti 7.-9. november, verður eitt tema-tiltak í Leirvíkar Missiónshúsi leygardagin kl. 16.00, har fokus verður sett á missión í útnorðri.

Vit fáa vitjan av Sigríður Schram, ið er aðalskrivari hjá Kristniboðsambandinum í Íslandi (SÍK) – ein luthersk missiónsrørsla í Íslandi. Hon kemur at greiða frá um missiónsarbeiðið og andligu støðuna í Íslandi. Síðan verður møguleiki at seta spurningar, og aftaná verður bønarløta fyri Íslandi og Grønlandi.

Vitjanin er í samband við, at ein partur av strategiini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini er at arbeiða við missión í útnorðri. Heimamissiónin og SÍK gjørdu tí eina samstarvsavtalu í vár, og í hesum sambandi er teirra aðalskrivari boðin á vitjan í Føroyum til stórmøtini.

Samstarvsavtalan inniber millum annað eitt samstarv um ungdómsarbeiði – og í august vóru tveir ungdómsleiðarar úr Føroyum á legu í Íslandi, og somuleiðis vóru tveir íslendskir ungdómsleiðarar á 17+ legu í Nesvík. Síðsta mánað var Jákup Brúsá, aðalskrivari í Heimamissiónini, eisini á vitjan í Íslandi, har hann undirvísti á eini legu hjá SÍK.

LES EISINI  Stórmøtini verða á Skála

Uppleggið verður á enskum, men verður umsett til føroyskt. 

Aftaná tema-tiltakið verður nátturði í missiónshúsinum – og síðan er klárt at fara á stórmøti í høllini á Kambsdali kl. 19.00.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina