Missiónshúsið í Miðvági 90 ár

Í ár eru 90 ár liðin síðani missiónshúsið í Miðvági varð tikið í nýtslu, og hetta verður hátíðarhildið leygardagin 29. november, nú missiónsvika er í bygdini.

Men møtir vórðu hildin í Miðvági langt áðrenn hetta. 

Tá ið Jóan Pauli Poulsen, sum tann fyrsti leikmaðurin byrjaði at prædika, var hetta ógvuliga nýtt og ókent fyri bygdafólkinum. Av og á savnaði hann fólk til kristiligar fundir, og sum fráleið fóru fólk at koma við m.o. Harald á Sjómansheiminum og Hans Jørgensen. Hildið varð á við at koma saman, og Haraldur, ið bygt hevði sær rúmsátt hús, gav fegin meinigheitini  innivist hjá sær. Seinni vórðu møtini í skúlanum. Á møtunum lósu tey ein lestur, sungu nakrar sálmar, og onkur endaði við bøn.

Í 1921 gjørdi prestur høli í kjallarahæddini, og nú fluttu møtini úr skúlastovuni í prestagarðin, og alsamt fleiri komu við.

Fyrst í tríatiárunum varð farið at hugsa um at gera eitt missiónshús. Hetta varð vígt í 1935, og tað kom sjálvandi at gerast miðstøð fyri andaliga arbeiðinum í Miðvági. Sunnukvøldsmøtir, bíbliutímar og bønamøtir vórðu hildin har. Sunnudagsskúlin, sum longu var byrjaður í 1912, flutti sjálvandi eisini hagar.

LES EISINI  Sunnukvøldið byrjar missiónsvikan í Miðvági

Nú eru sum nevnt 90 á liðin, og hesa vikuna er missiónsvika í Miðvági. Møtir eru hvørt kvøld, frá mikukvøldinum og vikuna út. Leygardagin klokkan 14 verður 90 ára hátíðarhald við talu, sangi, heilsanum og søguligari kunning. Eisini fer eitt barnakór at syngja. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina